Kappróður
Økið har róð verður, verður eisini nevnt Kalkbrænderiløbet, og liggur einans 10 minuttir til gongu frá Nordhavn station.
Kappróðrarfeløgini í Danmark eru farin í holt við samstarv, fyri at birta nýtt lív í kappróðurin millum útisetar. Skipað verður tí fyri regluligum stevnum, har hvørt felag sær tekur sær av einari stevnu.
Tvørabátastevnan 2007 er fyrsta kappróðrastevnan í hesum samarstarvi.
Byrja verður klokkan 14 leygardagin, og róð verður 6 róðrar í hesi raðfylgju:
1. Old boys
2. Old girls
3. Dreingir
4. 10-mannafør, mannaði við ungum monnum
5. Gentir
6. 10-mannafør, mannaði við veteranum
Meðan róð verður, kann matur og drekka keypast á kappróðrarøkinum. Millum róðrarnar undirhalda kajakrógvarir hjá felagnum á róðrarøkinum.
Aftaná at róðurin er liðugur, og heiðursmerkini eru handaði, verður veitsla í felagshúsinum hjá Tvørábátinum, sum eru stutt frá róðrarøkinum. Øll eru vælkomin at luttaka.