Kappróður í Keypmannahavn

Róðrarfelagið Knørrur á Sælandi skipar komandi leygardag 25. august fyri róðrarstevnu í Sydhavnini í Keypmannahavn

Hetta er fyrsta róðrarstevna, sum Knørrur skipar fyri og triði róður í samladu kappingini í Danmark ár. Regatta’in verður sett úti við tangan fyri endan av Sejlklubvej í Sydhavnini klokkan 13.30. 21 bátar hava meldað seg til róðurin, og hetta eru fyrireikarirnir sera væl nøgdir við, skrivar felagið Knørrur í tíðindaskrivi.

Fyrr í ár settu føroysku kappróðarfeløgini á flatlondum sær fyri at birta lív í aftur kappródurin í Danmark, eftir at tvær stevnur – Hirtshals og Brännö í Svøríki – vórðu avlýstar. Í tí sambandi vórðu fleiri tiltøk sett í verk. Eitt nú varð avgjørt, at øll feløgini skulu skipa fyri einari regatta hvør, at innføra eina stigskipan, so ein vinnari verður funnin fyri alt árið og at skipa fyri gallaveitslu, tá kappingarárið er liðugt.

Í tvey ár á rað hevur Knørrur, ið varð stovnað í 2002, eisini skipað fyri eini hugnaferð Sankt Hans-aften, har róð verður rundan um Amager. Byrjað verður í Hvidovre, har Knørrur heldur til og aftan á verður grillað við Sankt Hans báli í Hvidovre. Túrurin er slakar 10 tímar, og róð verður í fleiri holdum í fleiri bátum, sum fylgjast.

Aftan á róðurin leygardagin verður veitlsa á Skarv, ið er opið sum vanligt frá midnátt og úteftir.