Kappróður á fløgu

Havnar Róðrarfelag er eitt tað mest týðadi felagið innan kappróður og tað er eisini eitt virkið felag. Í ár hevur felagið hjørt av at geva eina fløgu út við tveimum sangum

Havnar Róðrarfelag er eitt tað mest týðadi felagið innan kappróður og tað er eisini eitt virkið felag. Í ár hevur felagið hjørt av at geva eina fløgu út við tveimum sangum. Fløgan er samstundis ein lutaseðil.

Slagaratónaskaldið Heri Nolsøe hevur skrivað orð og løg. Ronnie Nilsen syngur teir báðar sangirna ?Drekastevnið? og ?Drekin? og Finnur Hansen hevur arrangera og skipað fyri tónleikinum. Fløgan hevur heitið ?Drekastevnið?. Fløgan er sum sagt eisini ein lutaseðil . Baksíðan er talmerkt. Vinningurin er ein vikuskiftisferð fyri tvey til Keypmannahavnar. Hotelluppihald er íroknað. Fløgan fæst til keyps ymsastaðni í Havnini.