Leygardagin 28. apríl verður brúktbilamarknaður á Skálatrøð í Havn. Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við bilasølurnar, ið sjálvar skipa fyri søluni av bilunum.
Í sambandi við tiltakið verður eitt stórt tjald sett upp við fleiri básum til framsýnarar, har fólk eisini kunnu koma inn at hugna sær og práta saman yvir ein kaffimunn. Eisini verður nógv ymsikt til børnini. Fyrireikararnir siga, at fyri tveimum árum síðan, var eitt líknandi tiltak, sum fólk tóku væl undir við. Á myndini eru fyrireikararnir av tiltakinum f.v.: Jannie Dam Jacobsen, Jógvan Elias Jacobsen og Regin Joensen frá Róðrarfelagnum Knørri.