Kappróðrar rómur á Tvøroyri

Tað er gott kappróðrarlag á Tvøroyri í kvøld. Í dag hevur nýggja 6-mannafarið hjá tvørámonnum, Tvørábáturin, vunnið sín fyrsta róður. Tað gjørdi hann á Sundalagsstevnu í Hvalvík.

Tvørábáturin var fremstur alla tíðina. Í endaspurtinum minkaði munurin aftur til Sundabátin, sum vann á Norðoyastevnu, støðugt, men Tvørábáturin helt akkurát tørn.

Talan var um sera tætta uppgerð, har Strálan eisini var við í kappingini.

Tað tók langa tíð at fáa 6-mannaførini startað. Orsøkin var tann, at fasti starturin slitnaði, tá ið teir vóru um at vera klárir á 1500 metra málinum.

Tískil vóru teir noyddir at byrja av nýggjum.

Nú verður arbeitt við at leggja 8-mannaførini, og so skal starturin flytast út á 2000 metrar, áðrenn 10-mannaførini kunnu rógva.

Tað er væl fittari lot nú, enn tað var í Sundalagnum fyrr í dag.

 

Sundalagsstevna 2007 - 6 mannafør menn

1 Tvørabáturin 07:11.16

2 Sundabáturin 07:11.18

3 Strálan 07:13.03

4 Jarnbardur 07:20.03

5 Sølmundur 07:24.17

6 Lómur 07:25.05

7 Rádni 07:30.16

8 Riddarin 07:31.13

 

Støðan í FM - 6 mannafør menn

1 Sundabáturin 12 1G

2 Tvørabáturin 11

3 Strálan 9

4 Jarnbardur 6

5 Lómur 2

6 Riddarin 2

7 Sølmundur 2

8 Smyril 0

9 Rádni 0

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Riddarin

2 Lómur

3 Jarnbardur

4 Sundabáturin

5 Tvørabáturin

6 Strálan

7 Sølmundur

8 Rádni

G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.