Kappríðing við Leynarvatn

Leygardagin verður kappríðingarstevna við Leynarvatn, har 30 ross fara at kappast í greinunum, trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur.
Sum vant til slíkar kappingar, so verða rossini ? saman við reiðfólki ? býtt í bólkar, soleiðis at kappast verður tvey og tvey ella trý og trý.
fyri at koma til eitt hóskandi tal av finaluluttakarum, verður fyrst riðið innleiðandi, og síðani verður farið til finalurnar, har endaligi vinnarin av ymsu bólkunum skal finnast.
Kappingin er sett at byrja kl. 15.00.