Klaksvík:
Ein av avleiðingunum av útfyllingini niðri við Sandin í Klaksvík gjørdist rættiliga skjótt, at drátturin hjá Klaksvíkar kappróðrarfelag mátti lúta. Ætlanin hjá býráðnum hevur allatíðina verið at gera ein nýggjan drátt, men hetta arbeiðið fer at bíða, so leingi tað ikki er greitt, hvar kappróðrarneystið skal flytast. Tískil eru fólk frá kommununi farin undir at gera ein fyribils drátt, so bátarnir kunnu flotast sum vanligt, nú manningarnar skjótt fara at byrja at venja aftur.
Hóast neyðugt hevur verið at grava ein rættiliga fittan part av útfyllingini upp aftur, kemur hetta ikki at órógva økið, har tað er ætlanin at byggja handilsmiðstøðina, frætta vit frá Teknisku Deild hjá Klaksvíkar býráð.