Kappkoyring millum bussførarar elvdi til stóra vanlukku

Kappkoyring millum tveir bussførarar elvdi í gjár til ta ringastu ferðsluvanlukkuna í Ísrael

Tey 60 russisku ferðafólkini vóru júst komin úr Russlandi við flogfari og vóru á veg til tann kenda frítíðarbýin Eilat við Reyðahavið í einum bussi. Á vegnum steðgaði bussurin við eina eftirlitsstøð. Tað gjørdi ein annar ferðafólkabussur eisini. Teir báðir bussførararnir fóru at keglast, og tað endaði við, at teir fóru at koyra kapp, tá bussarnir fóru avstaðaftur.

-Eftir at bussarnir vóru farnir frá eftirlitsstøðini, royndu teir báðir bussførararnir fleiri ferðir at yvirhála hvør annan, segði ísraelski samferðslumálaráðharrin, Shaul Mofaz, í gjár.

Løtu seinni fór annar bussurin út av vegnum og rullaði einar 80 metrar oman ta brøttu brekkuna. Tá bjargingarliðini komu á staðið, høvdu 24 av teimum 60 ferðafólkunum latið lív. Ísraelski bussførarin slapp við lívinum.

Í einum samkenslufjarriti til russiska forsetan, Dmitrij Medvedev, skrivaði ísraelski forsetin, Shimon Prees, at vanlukkan stóðst av einum mistaki hjá einum einstøkum manni, sum tó er ein vanlukka fyri eina heila tjóð.

Bussføarin bleiv tikin beint eftir vanlukkuna. Hann skuldi til avhoyringar í dag, og sambært køgregluni verður hann skuldsettur fyri ikki færri enn 22 brot á ferðslulógina.