Um vikuskiftið er Copenhagen Historic Grand Prix 2010 í Fælledparken í Keypmannahavn. Talan er um eitt stórt tiltak í miðbýnum við bæði kappkoyring við gomlum bilum og framsýning av gomlum og nýggjum bilum. Copenhagen Historic Grand Prix er á hvørjum ári eitt av fyrstu vikuskiftinum í august mánað.
Millum luttakararnar í Grand Prix koyringini eru kend nøvn sum t.d. Tom Kristensen, sum er ambassadør fyri tiltakið, og Joachim prinsur sum eisini er protektor fyri tiltakið.