Kappingin verður styttri

Dagur og Vika boðaði í kvøld frá, at fótbóltskappingin hjá monnum í ár verður stytt við einum mánað. Formuladeildin í 2009 endar um mánaðarskiftið september/oktober.

Ringt veður hevur seinastu tvey árini skapt ólag í kappingarskipanini, og í eini roynd at bøta um trupulleikan, hevur FSF valt hesa loysnina.

Liðini, sum ikki skulu royna seg í altjóða fótbólti, fara framvegis í summarsteðg, sum vanligt er.