Landskappingin
Fyrsta útgávan av Formula-deildini er nú farin aftur um bak. Spenningurin á seinasti leikdegi var øgiligur í botni og toppi, og mett eftir hesum er einki at ivast í, at kappingin var ein brakandi succés.
Spurningurin er tó, hvørt tað var nýggja skipanin, sum førdi til hendan spenningin, ella um tað bara var tilvildin, sum ráddi. Og tað er millum annað ein av spurningunum, sum helst verða viðgjørdir, tá FSF aftur fer at fundast við feløgini.
Nógvir spurningar at greiða
Í farnu viku vórðu spurnarbløð send øllum spælarum í Formula-deildini, har teir skuldu siga sína hugsan um broyttu kappingina. Hesi spurnarskjøl fara so at verða ein partur av grundarlagnum undir støðutakanini hjá FSF. Ein støðutakan, sum sambært formanninum í Kappingarnevndini, Bjarka Mohr, skal byggja á fleiri fyrilit.
- Nú hevur kappingin í ár verið ein roynd, men fyri tað, um hon hevur verið væleydnað, so er ikki víst, at ongar broytingar skulu gerast.
- Men viðvíkjandi longdini av kappingini, so haldi eg sjálvur, at hon hevur tænt fremsta endamálinum, sum vit settu okkum. Vit søgdu tá, at aðalmálið við broytingini var, at spælararnir skuldu verða enn betri fyri. Steðgurin, har spælararnir hava frí, skuldi minkast, og tað endamálið haldi eg eri rokkið.
- So eru tó fleiri aðrir spurningar, sum vit gjarna vilja hava feløgini at viðgera. Eitt nú hevur verið frammi, at tað skuldu verið fleiri umfør í miðvikuni. Tað hevði stytt kappingina nakað, soleiðis at vit ikki koma alt ov langt út á árið, áðrenn kappingin verður avgjørd.
- Annað er, um tað er neyðugt, at Formula-deildin og 2. deild fylgjast móti endanum. Skal tað framvegis vera so, at næst niðasta og næstovasta liðið í deildunum skulu spæla um upp- og niðurflyting, so er helst neyðgut, at seinastu leikdagarnir fylgjast. Men tað hevur so havt við sær, at fleiri steðgir hava verið í aðru deild. Steðgir, sum ikki vóru neyðugir, um t.d. tey bæði bestu liðini fluttu beinleiðis upp, soleiðis sum tað hevur verið gjørt fyrr.
Eru hetta broytingar, sum tú fert at mæla til, verða gjørdar?
- Tað veit eg ikki. Men eg haldi tað er sera umráðandi, at hesir spurningarnir verða viðgjørdir. Sum sagt, so haldi eg avgjørt, at framdu broytingarnar hava tænt fremsta endamálinum, men spurningurin vil altíð verða, hvussu vit kunnu førka okkum enn longur fram á leiðini, staðfestir Bjarki Mohr at enda.