Kappingin var eitt vónbrot

Hóast hann sum Stjørnu-venjari fegnaðist um gullið, so harmaðist Svein Rógvi Nielsen sum landsliðsvenjari um kappingina, sum hann helt vera eitt stórt vónbrot

Hondbóltstos

Umframt at hann stóran part av árinum hevur vant kvinnuliðið hjá Stjørnuni, so er Svein Rógvi Nielsen eisini partur av venjaraparinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti.
Og hesum viðvíkjandi var fagnaðurin um at kalla lidnu hondbóltskappingina als ikki stórur.
- Eg má bara siga, at kappingin í ár hevur verið eitt stórt vónbrot. Tað hava verið trý lið, sum hava kappast í oddinum, meðan hini hava verið nakað nakað nógv veikari, og sum landsliðsvenjari má eg siga, at tað er keðilig støða.
- Fyrst og fremst verða leikararnir ikki nóg hart matchaðar í einstøku dystunum, og tað í sjálvum sær er ikki serliga mennandi hjá teimum. Hartil haldi eg, at fleiri av teimum leikarum, sum spæla við niðaru liðunum, væl kundu verið meira aktuellar til landsliðið, um tær dagliga vóru partur av eini meira miðvísari venjing. Eg skilji væl, um onkrar av hesum eru vónbrotnar um landsliðsúttøkuna, men fyri okkum er tað eisini eitt vónbrot, at hesir leikarar ikki hava ment seg meira, og kanska er tað eisini so, at tær til komandi ár eiga at umhugsa, hvar tær skulu spæla hondbólt, er bersøgna útsøgnin hjá Rógva Nielsen.
Og so leggur hann eisini at enda dent á, at áhugin fyri kappingini ikki er so stórur, sum hann kundi verið. Júst orsakað av tí sama.
- Tað sigur seg sjálvt, at tá tú spælir kanska fýra dystir á rað, sum tú kanst vinna við 20 málum, so verður áhugin fyri kappingini minni. Ikki tí at vit í Klaksvík skulu grenja í so máta, men generelt tykist hetta vera ein trupulleiki, og tað kann bara bøtast um hetta við øktum spenningi.

Støðið er hækkað
Hóast landsliðsvenjarin í so máta kanska tykist heldur dapurt-skygdur, so fegnast hann tó kortini um, at støðið í føroyskum kvinnuhondbólti tykist vera hækkandi.
- Einki er at ivast í, at støðið hjá fremstu liðunum er væl hægri nú, enn fyri nøkrum árum síðani. Tað er bara spell, at hendan betranin av kvalitetinum ikki hevur fevnt um fleiri lið, tí við tí kundu vit fingið eina nógv meira spennandi kapping, sum samstundis hevði verið nógv meira mennandi fyri einstøku leikararnar, sigur altso annar partur av føroyska landsliðsvenjaraparinum at enda.