Offensivurin í farnu viku frá Tvøroyri og Suðurstreymi í kappingini um at fáa útgerðarhavn (les arbeiðspláss/øktar skattainntøkur) á ávíkavist Drelnesi og Sundi, setti á ongan hátt eitt punktum fyri konfrontatiónskósini millum ymsu økini í landinum í hesum máli.
Í Runavík staðfestir býráðsformaðurin Jákup Lamhauge, at Skálafjørðurin framvegis lýkur allar treytir fyri eini góðari útgerðarhavn.
? Her er skipasmiðja, Maskinverkstaður og avbera góð kyrrindi. Á Skálafjørðinum er serliga góð sjóvarkyrra. Her kunnu skip leggja at bryggju 365 dagar um árið 24 tímar um samdøgrið. Og tað er sera týðandi í sambandi við eina oljuútgerðarhavn. Og júst har trúgvi eg, at Sund kann fáa ein trupulleika. Og tað sama ger seg galdandi við Drelnesi, sigur Jákup Lamhauge, og dylir ikki fyri at Skálafjørðurin eisini kann fara í offensivin skjótt.
? Vit hava verið í óformellum sambandi við ymisk oljufeløg. Og í august verður oljustevna í Stavanger í Noregi. Har ætla vit eisini at vera, sigu Jákup Lamhauge.
Byggja út í Klaksvík
Um Klaksvíkar Kommuna sendir fólk á somu oljuráðstevnu er ikki vist. Men vist er tað, at í Klaksvík verður framvegis arbeitt við at útbyggja havnina. Og býráðsformaðurin Jógvan við Keldu dylir ikki fyri, at ætlanin um oljuútgerðarhavn í Klaksvík er ikki slept.
? Vit arbeiða ótarnaðir víðari við okkara mennigarætlanum, sigur hann og vísir á, at tá kreppan rakti hart í 1993, var býráðið samt um at gera nakað munagott við Klaksvíkar Havn í tøttum samstarvi við vinnuna.
? Í tí sambandinum settu vit tveir konsulentar ? norðmannin Snorre Leivzeth og danan Peter Agdrup. Og í fjør var so Rani Nolsøe settur sum menningarstjóri fyri Klaksvíkar Havn. Úrslitið er eitt nú, at lokalar fyritøkur við einum samlaðum árligum umsetningini upp á 700?800 milliónum krónur nú fara út sum ein maður, tá vit skulu bjóða okkum fram í komandi samstarvi. Hetta er ein styrki hjá okkum.
? Okkara høvuðsendamál er eisini at fáa tað at virka, sum er. Og he er talan fyrst og fremst um fiskivinnuna. Og higartil hava vit ikki brúkt pengar til oljuútgerðarhavn. Hetta merkir kortini ikki, at vit hava slept ætlanunum um eina útgerðarhavn. Eitt nú hevur Peter Agdrup verið á oljumessum fyri okkum. Haraftrat fylla vit út norðuri í Ánunum, og har verður ið hvussu er ein atløgusíða, sum eisini kann brúkast í oljuhøpi.
Jógvan við Keldu hevur somu grundgeving, sum Jákup Lamhauge, tá tað snýr seg um kyrrindi.
? Í Klaksvík ber til at leggja at bryggju 24 tímar um samdøgrið 365 dagar um árið. Og tað er eisini ein styrki.
Hvør í sínum lagi
Samstundis sum kommunurnar stremba hvør í sínum lagi at fáa sum mest av dropunum, ið fara at dryppa frá eini oljuvinnu, so hava hvørki Jákup Lamhauge ella Jógvan við Keldu torført við at síggja vandan í innanhýsiskappingini.
? Tað er ikki sannlíkt, at tað verður brúk fyri fleiri útgerðarhavnum. Og eg skilji eisini øgiliga væl, at tey á Tvøroyri fegin vilja tryggja sær arbeiðspláss við eini útgerðarhavn, sigur Jákup Lamhauge.
Hinvegin skilir hann ikki so væl tørvin hjá Havnini at fáa oljuútgerðarhavn.
? Í sambandi við eina oljuvinnu verða so nógv onnur arbeiðspláss, serliga innan umsitingina. Og har er ongin ivi um, at Havnin verður í sentrum. Men onnur øki í Føroyum skulu jú eisini liva, sigur Jákup Lamhauge.
Hvussu væl hann so skilir tørvin hjá øðrum, so er tað ein sannroynd, at býráðsformenn fyrst og fremst eru settir at røkja áhugamálini hjá teirra egnu kommunu.
Jógvan: Ja, til totalstýring
Jógvan við Keldu er tó í tí støðu, at hann eisini er landspolitikari, valdur á løgting fyri Fólkaflokkin. Heldur hann ikki, tað hevði verið upp á pláss, at løgtingið stýrdi stríðnum um útgerðarhavn, soleiðis, at kommunalar íløgur ikki enda í illusoriskum útgerðarhavnum, tá tað eftir øllum sólarmerkjum ikki verður tørvur á meiri enn tí einu?
? Eg haldi, at tað verður sera torført hjá politikarunum at stýra í smáum hvar t.d. ein oljuútgerðarhavn skal liggja. So mín støða er, at skulu politikarar stýra, so skulu teir stýra totalt. Við hesum meini eg, at tað má vera ein yvirorðna ætlan fyri alt landið innan øll vinnuøki. Í Klaksvík hava vit eitt nú onki ímóti tankanum um, at kanska Drelnes fær oljuútgerðarhavn, meðan Klaksvíkin fær fiskivinnu. Og tá eg sigi fiskivinnu, so meini eg eisini við útbúgving og umsiting ? har Klaksvíkin verður eitt sentrum fyri fiskivinnuna, meðan onnur øki fáa oljuvinnu.
Jógvan við Keldu leggur eisini dent á, at tann dagin oljuvinna er veruleiki í Føroyum, so verður talan um eitt kollvelt samfelag.
? Tí er tað av alstórum týdningi, at politikarar og vinnulív seta seg saman at práta um tingini. Og tað er somuleiðis sera týðandi, at politisku myndugleikarnir ongi loyvi geva av nøkrum slag innan oljuvinnuna, fyrr enn politiska forarbeiðið er gjørt til fulnar.
Jógvan við Keldu situr sjálvur í samgongu, og hann roknar við, at landsstýrið skjótt fer at koma við einum útspæli í hesum sambandi.