Ní verður enn meiri flúgving ímillum Føroyar og Noreg. Nú boðar norska flogfelagið, Widerøe, nevniliga frá, at tey fara at økja um talið á túrum ímillum Bergen og Føroyar. Sum er flúgva tey tvær reisur um vikuna, mánadag og fríggjadag, men frá fyrst í mai fara tey at flúgva fýra ferðir um vikuna ímillum Bergen og Føroyar, nevniliga mánadag, hósdag, fríggjadag og sunnudag.
Broytingin fer at hava heilt nýggjar møguleikar við sær, tí nú fer at bera til at ferðast bæði stutt og long vikuskifti, eins møguleiki verður fyri at gera heilt stuttar túrar, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, í tíðindaskrivi í kvøld.
Hann heldur, at hetta eru ógvuliga gleðilig tíðindi, ikki minst í hesum tíðum, nú tey flestu mest hugsa um at repa seglini, sigur Regin I. Jakobsen.
Hann sigur, at hesa tíðina síðani Widerøe fór undir regluliga ferðafólkaflúgving í september í fjør, hevur ein stórur partur av ferðafólkunum hjá teimum verið norðmenn. Hetta merkir, at felagið í stóran mun byggir flúgvingina á sini egnu viðskiftafólk, og hetta hevur samstundis við sær, at Føroyar, sum ferðamannaland, fáa eitt størri grundarlag at byggja á, sigur stjórin á Vága Floghavn.
Widerøe nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina og taka tey 78 ferðafólk.