Kappingin um føroysku rækjurnar verður størri

Samstundis, sum føroyingar eftir 1. januar 2005 eisini kunnu keypa og selja eitt nú íslendskar og norskar rækjur uttan toll, veksur kappingin um føroysku rækjurnar, tí tollfyrimunirnir koma ikki bert føroyingum til góðar, men eisini teimum londum, vit kunnu keypa rækjur frá

Rækjur

Ein partur av avtaluni, sum Føroyar og ES gjørdu stutt fyri árslok, snýr seg um, at føroysk virkir kunnu keypa eitt nú íslendskar og norskar rækjur og selja tær á ES-marknaðinum uttan toll. Avtalan kemur í gildi, 1. januar ár 2005 og snýr seg um eitt samlað loft, sum er 3.000 tons av lidnum rækjuvørum um árið.
- Í dag er skipanin hon, at vit kunnu ikki keypa útlendskar rækjur og selja tær til ES uttan at gjalda ein toll uppá 20%. Hetta ger, at tað er ikki lønandi at keypa aðrar rækjur enn tær, ið føroysku rækjuskipini fiska.
            Men loft er eisini á, hvussu nógvar føroyskar rækjur kunnu seljast tollfrítt inn í ES, og her er loftið júst tað sama, nevniliga 3.000 tons.
 
Møguleikar og kapping
 
Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri hjá O.C. Joensen á Oyri, sigur, at nýggja avtalan gevur øktar møguleikar, men hon skapar í prinsippinum eisini kapping.
            - Nú verður tað soleiðis, at kappingin um føroysku rækjurnar verður størri, tí tollfyrimunirnir koma eisini íslendsku og norsku rækjuvirkjunum til góðar. Samstundis, sum vit kunnu keypa og selja eina ávísa nøgd av útlendskum rækjum sum føroyskar, kunnu virkini í hinum londunum gera tað sama.
            Stjórin á Rækjuvirkinum dugir ikki at siga, hvat broytingin kemur at merkja í praksis, og enn gongur eisini tað mesta av einum ári, áðrenn avtalan verður sett í verk.
            - Sum nýggjur í starvinum á Oyri, eri eg ikki heilt greiður yvir, um eitt nú íslendingar og norðmenn hava aðrar internar forðingar, sum eg ikki veit um í løtuni. Men hetta kemur tíðin at vísa, sigur Hans Jóhannes.
 
Balta-londini í ES
 
Eitt annað, sum eisini kann koma at fáa týdning, nú avtalan við ES er komin uppá pláss, er, at baltisku londini eisini koma uppí ES.
            - Hesi lond fiska eisini eitt sindur av rækjum, og tí er torført longu nú at siga, hvat avtalan í longdini kemur at merkja, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.
            Á Rækjuvirkinum á Oyri eru tey annars til arbeiðis hvønn dag, og arbeitt verður í tvey-skiftivakt. Eini 60 fólk eru í rækjunum og eini 20 í skeljunum.
            Skeljatíðin verður liðug síðst í hesum mánaðinum.

<B normal"$?$end$!$