Kappingin útsett


 

Kappingin um eina ferð til fótbóltsdyst í Keypmannahavn skuldi av røttum verið avgjørt í dag. Ígjøgnum 15 útgávur av Sosialinum hava lesararnir havt møguleika at savna saman prikkar til eitt putlispæl, og samanlagt skapa hesir eina mynd av einum kendum fótbóltsandliti.

Eftir ætlan skuldi so dragast um endaliga vinnaran í dag, men hetta er so útsett í eina viku. Sostatt hava teir lesarar, sum av einhvørjari orsøk ikki hava sent seðlarnar inn, enn ein møguleika at sleppa við í lutakastið.