Kappingin økist í Sarpugerði

Fyri triðju ferð á rað verður mótstøðuliðið hjá EB/Streymi í dag eitt av trimum teimum ovastu

Tað eru øgiliga stórar avbjóðingar, sum í hesum døgum eru á skrá hjá EB/Streymi. Eftir tvær ferðir 5-0 á heimavølli ímóti ÍF í landskappingini og 07 Vestur í steypakappingini eru tað tey trý ovastu í landskappingini.

 

EB/Streymur tapti tepurt 2-1 í Gundadali ímóti HB og so 1-0 á heimavølli ímóti KÍ. Og í kvøld verður tað toppliðið Víkingur, sum verður gestur við Margáir.

 

Hjá EB/Streymi er Rógvi Egilstoft tøkur aftur, eftir at hann týskvøldið var burturstaddur. Niels Pauli Danielsen, Hans Pauli á Bø og Boubacar Dabo eru framvegis skaddir.

 

Sjálvsálitið er stórt millum víkingarnar, sum 20 tær seinastu ferðirnar eru farnir av vøllinum við fullari úrtøku í landskappingardystum.

 

Skaðalistin hevur verið langur, men nú hava fleiri av teimum, sum hava verið skaddir, aftur verið á vøllinum, og tað ber við sær, at kappingin um plássini er øgiliga stór. Teir einastu, sum ikki hava verið á vøllinum í hesi vikuni, eru Aron Jarnskor Ellingsgaard og Ingi Jonhardsson. Teir, sum hava verið skaddir, og sum nú aftur venja, eru Ari Olsen, Olaf Bárðarson, Jørgen Nielsen og Andreas Lava Olsen.

 

Tað eru skjótt níggju ár síðani, at EB/Streymur vann á heimavølli ímóti Víkingi. Tað var 13. september í 2015, at EB/Streymur vann 2-1 við Margáir ímóti Víkingi. Fýra, sum vóru á listanum hjá EB/Streymi fyri skjótt níggju árum síðani, eru framvegis á listanum. Teir eru Andrass Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft, Rói Olsen og Niels Pauli Danielsen, sum ikki verður á listanum í dag, tí hann er skaddur.

 

Tríggir spælarar hjá Víkingi, sum vóru við í 2015, eru framvegis á liðnum. Teir eru Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen.

 

EB/Streymur – Víkingur: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.00.