TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við formannin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen í formansrundini, har Rás2 ringdi runt til teir ymisku effodeilds-formennirnar.
Julius iðrar seg um staðfestu niðurflytingina hjá FC Suðuroy. Hann væntar ikki, at tað verður eitt FC Suðuroy-lið við útlendingum, sum fer at spæla í næstbestu fótbóltsdeildini. Ringa byrjanin uppá kappingina, og skeivir marginalar ímóti dystarenda í týðandi dystum gjørdist dýrir fyri FC Suðuroy.
Julius heldur, at kappingin í ár prógvar, at effodeildin hevði kunnað borið 12 lið við 22 umførum. Ein kapping har liðini møtast tríggjar ferðir í 27 umførum verður aldrin rættvís, sambært Juliusi.
Julius hevur eisini sína avgjørdu meining um, at Suðuroyggin átti at havt eitt sterkt lið, sum kundi verið við í oddinum í føroyskum fótbólti.