Kappingin nærkast

GSM-kervið hjá Kalli er til reiðar. Í november mánaði verður farið undir at bjóða føroyingum GSM-hald hjá frá Kall, og tað fer at merkja kapping

GSM

Í næsta mánaði verður lagt til brots við kappingini á GSM-økinum í Føroyum. Eftir nógv góð og fitandi ár sum einaráðandi á marknaðinum fær Føroya Tele í komandi mánaði kapping frá Kalli.
Tað er nú long tíð liðin síðani, at Kall av fyrstan tíð byrjaði at tosa um at bjóða GSM-tænastur í Føroyum. Bjarni Askham Bjarnason, stjóri fyri Kall, sigur, at teir verða klárir í november, og tá verður farið undir at bjóða GSM-tænastur út til føroyingar.
Kervið í høvuðsstaðnum virkar í løtuni, og fólk hjá Kalli royndarkoyra fyri tíðina skipanina.
Hjalgrím Hentze, tekniskur stjóri hjá Føroya, sigur, at teir í løtuni hava knapt 30.000 GSM-felagar. Tað merkir, at omanfyri 60% av øllum føroyingum eiga og nýta fartelefon.
Í prinsippinum stendur tað øllum kundum hjá Føroya Tele frítt at siga sítt hald upp og stovna eitt nýtt hjá Kalli.
Bjarni Askham Bjarnason vil ikki siga nakað um, hvørji tilboð teir fara at koma við, tá teir koma á marknaðin.
Higartil hevur Føroya Tele svarað aftur við tí tilboðinum, at GSM-felagar kunnu fáa trý nummør bíligari.

Roaming
Í fyrstu atløgu verður fer GSM-kervið hjá Kalli ?bert? at røkka runt høvuðsstaðin. Ætlanin er so hvørt at útbyggja kervið, soleiðis at tað mesta av Føroyum einaferð verður umfata av kervinum. Føroya Tele hevur longu eitt kervi, sum 99% av landsins íbúgvum kunnu røkka við egnan bústað. Ivasamt er, um hetta netið verður víðkað til at umfata allar Føroyar, tá talan er um kostnaðarmiklar íløgur at seta sokallaðar basustøðir upp.
Kall hevur sjálvan sentralin hjá teimum standandi í gamla Idé Húsinum ? í Óðinshædd -, sum Postverkið í dag eigur. Har er eisini ein av teimum trimum basunum, sum umsita samrøðurnar, SMS-boðini v.m.
Føroya Tele og Kall hava gjørt eina avtalu um national roaming, t.e. innanlanda reiking. Stutt sagt merkir avtalan, at kundar hjá Kalli kunnu tosa í sínari fartelefon í øllum teimum støðum, har kundar hjá Føroya Tele. Avtalan snýr seg um, at har kervið hjá Kalli ikki røkkur, har kunnu felagarnir knýta seg upp í kervið hjá Føroya.
Royndir uttanlands vísa, at tað kann vera ymiskt, hvussu ein tílík avtala kann ávirka prísirnar. Bjarni Askham Bjarnason hevur onga viðmerking til, hvørjir teirra prísir verða, men hann avvísir heldur ikki, at tað kann hugsast, at kundar hjá teimum uttanfyri fyri Havnina koma at gjalda meira fyri hvønn minutt enn í høvuðsstaðnum og teirra egna kervi.
Ein annar møguleiki er, at prísirnir vera teir somu allastaðni í landinum. Í løtuni kostar ein vanligur GSM-minuttur 1,95 kr. Tað kann hugsast, at hesin prísurin verður minni í eitt nú høvuðsstaðnum og øðrum størri økjum, og prísurin í útjaðaranum verður tann sami sum nú.
Jógvan Thomsen, stjóri fyri Fjarskiftiseftirlitið, sigur, at á GSM-økinum er ongin veitingarskylda sum við fastnetinum. Hóast orðaljóðið í Løgtingslógini um fjarskifti sigur, at útjaðarin skal hava somu rættindin á fjarskiftisøkinum, so er tað einki juridiskt bindandi, sum tvingar veitarar at hava somum prísir í størru økjunum og minnu økjunum.
Kemur hetta upp á tal seinni, so er talan um eina politiska avgerð.
Stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum sigur, at teir meta tað vera møguligt at síggja eina lækking í prísum millum 30 og 50%. Tað er sjálvandi altavgerandi, hvussu marknaðurin fer at hátta seg, tá kappingin byrjar.
Høvuðseigarar í Kalli eru: Framtaksgrunnur Føroya 28,40%, NOTIO 18,52%, Íslandssími 17,21%, Tallaton Holding 17,11%, og Teletænastan 12,49%.