Kappingin millum USA og Europa

Hvørja viku koma tíðindi úr hesum báðum heimspørtum, sum verða kannaði og endavend av búskapar-frøðingum, politikarum, vinnulívinum og politikar-um. Lutfallið millum Dollar og Euro sigur nakað um lutfalsligu styrkjuna millum hesar báðar búskapirnar. Hvørja viku koma tøl, sum siga nakað um ar-beiðsloysi, nýggj arbeiðs-pláss, inflatión, handils-javnan, profitt í vinnuni. Alt samalt ábendingar um møguliga fram- ella afturgongd.
Úr USA komu í seinastu viku nýggj tøl
Úr USA komu í seinastu viku tøl, sum søgdu, at virksemið á verksmiðjunum var minkandi. Harafturímóti var byggiaktiviteturin vaksandi. Tó, størstan áhuga høvdu tíðindini um tilgongd av nýggjum arbeiðsplássum. Vóru fleiri hendur komnar í arbeiði? Talið bleiv gott 260.000, ella eitt sindur hægri enn væntað var. Tað gav tó onga serliga klára framgongd til dollaran. Framgongdin var ikki nóg stór til at hava nakra stórvegis ávirkan. Mánamorgun gekk dollarin tó eitt sindur fram í mun til euro, so ein euro gav umleið 1,32 dollar.
Úr Europa komu eisini negativ tøl
Størsta arbeiðsloysi í Týsklandi síðan 2. heimsbardaga
Í Týsklandi er arbeiðsloysið framvegis hækkandi, hóast ein partur av hesum kemst av umlegging av lóggávuni. Fleiri, sum fyrr fingu sosialhjálp, verða nú skrásett sum arbeiðsleys. Men búskapurin er trekur, og ein harður vetur leggur forðar fyri størri aktiviteti á fleiri økjum. Í februar vóru 5,2 milliónir arbeiðsleys í Týsklandi, í procentum svarar tað til 12,6 %. Tað er størsta talið síðan 2. Heimsbardaga.
Europeiski Centralbank-in, ECB, boðaði frá, at teir vænta eina inflatión í ES uppá 1.9% í hesum ári. ECB førir tann politikk, at inflatiónin skal ikki fara upp um 2%. Hetta kann føra við sær, at rentan í ES fer at hækka. Um somu tíð eru teir minni bjartskygdir um, hvussu búskaparvøksturin fer at vera í 2005, og tað væntaða talið bleiv sett eitt sindur niður. Vøksturin væntast nú at blíva 1,6%, har teir fyrr høvdu væntað 1,9%.
Týska problemið
So støðan er, at størsti búskapur innan euro-økið (Týskland hevur uml. 80 mio. íbúgvar) ikki hevur tað so gott. Seinasta er, at tey tekin til framgongd, sum hava verið, eru horvin aftur, og forsøgnirnar um búskaparligan vøkstur í hesum ári 2005 eru settar niður úr 1,8% til 0,8 %. Hetta gevur sosialdemokratiska kanslaranum trupulleikar, tí stórt arbeiðsloysi og lítil vøkstur ger tað trupult at vinna komandi val til "Bundestag". Lógarroytingar og ymsar ábøtur, sum skuldu verið fortreytin fyri nýggj-ari framgongd, virka stutt sagt ikki. Danska vinnulívsblaðið Børsen sigur 030305 í eini oddagrein, at "Tyskland er præget af pessimisme, og er nu ved at gå i selvsving. Det kan få meget alvorlige konsekvenser for hele Europa."
Eitt álvarligt problem er, at Týskland eisini hevur eitt á landshúsarhaldinum uppá 3,6%, og tað er meira enn tey 3 %, sum sokallaða stabilitets-avtalan millum euro-londini sigur er hægsta loyvda hall, sum londini mugu hava. Hetta ger tað trupult hjá týsku stjórnini at seta tiltøk í verk, sum kundu fingið arbeiðsloysið niður, og givið búskapinum nýggjar møguleikar. Seta teir skattin niður á arbeiðsinntøkum og hjá vinnufeløgum, er vandi fyri, at halli uppá stutt sikt gerst enn størri. Eitt positivt tekin úr Týsklandi kom tó fram seinastu viku: Smásøluhandilin vaks við 2,1 %, og tað var 3 ferðir so nógv, sum teir høvdu væntað.
Euro/Dollar lutfallið himprast
Úrslitið bleiv í farnu vikuni, at dollarin styrknaði eitt sindur lutfallsliga, men svingini vóru smá. Eingin klárur tendensur er í løtinu. Tíðindini í fyrru vikuni, um broytingar í valutagoymslunum í fleiri stórum asiatiskum londum vórðu dementeraði. Kina, sum hevur sína Yuan-valuta fast bundna at dollara, heldur flokksting hesa vikuna. Men einki bendir á, at teir fyribils sleppa hesum valutapolitikki, og fara at uppskriva yuan-virðið. Hetta hevur annars verið eitt heitt ynski frá USA, tí tað kundi bøta um handilsójavnan millum hesi lond. Nú viknar dollarin aftur, og Mikudagin nærkaðist dollar/euro lutfallið 1,34.
Oljuprísurin er í hæddini
Standardoljan frá Brentfeltinum er nú farin væl upp um 50-dollara-linjuna. Noteringin bleiv týsdagin 52,84$ fyri tunnuna, og rákið gongur upp eftir.. Ein langtíðartendensur skapast av tí økta aktivitetinum í Asia, serliga Kina. Teir keypa stórar nøgdir av olju, men eisini stál, kopar, cement og aðrar vørur keypa teir í stórum mongdum. Ein stutttíðar tendensur kemur av kalda veturinum bæði í Europa og USA, sum krevur meira av olju til sentralvarman. Hesin akutti eftirspurningurin gevur oljuprísinum eitt spark uppeftir í hesum døgum.