Dystirnir um vikuskiftið vóru teir síðstu landskappingardystirnir í hesum árinum, og nú kunnu liðini halda jólafrí til eina viku inn í januar mánað, tá landskappingin í Eik-ligunum hjá kvinnum og monnum verður tikin uppaftur.
Kortini halda ikki øll frí enn, tí um vikuskiftið verður árliga Mjølnir-kappingin í Klaksvík, har øll kvinnuliðini uttan SÍ og øll mansliðini uttan ÍF eru við. Har stendur ikki smávegis upp á spæl, tí ein sigur í tí kappingini kann enda við einum plássi í steypafinaluni.
Orsøkin til, at oddaliðini hjá kvinnum og monnum ikki eru við, er at SÍ og ÍF longu hava tryggjað sær pláss í steypafinalunum. SÍ-kvinnurnar, tí tær vóru á odda í landskappingini eftir fyrsta triðingin og ÍF-menninir, tí teir vóru á odda eftir fyrstu tveir fimtapartarnar av landskappingini.
Bæði kvinnu- og mansliðini hjá Mjølnir hava góðan møguleika at koma í steypafinaluna, tí tey vunnu Fleyr-kappingina í oktober mánaði. Við sigri í síni egnu kapping, koma tey beinleiðis í steypafinaluna, men vinna onnur lið nú, skulu »hálvfinalur« spælast millum vinnararnar um síðstu atgongumerkini til steypafinalurnar.