Vit harmast stórliga, at viðskiftafólk okkara hava valt at flyta til kappingarneytan, men tað ger eisini, at vit fara at kýta okkum meir, fyri at fáa tey aftur.
Tað sigur Gunna í Liða, stjóri á Brunatryggingini..
Uppsagnartíðin í Brunatrygging er 1. apríl og 1. september, og eftir hesum eru tær stóru broytingarnar innan privata tryggingarmarknaðin sjónligar.
Nógv hava skift tryggingarfelag
Viðskiftafólkini hava bert eitt stað at fara, og tað er til P/F Trygd, sum seinstu tíðina hevur fingið eina ørgrynnu av áheitanum frá fólki, sum hava hug at skifta tryggingarfelag.
Vit hava fingið 1432 viðskiftafólk. Verður mett, at 12000 húski eru í Føroyum, so er tað 12 pst. av marknaðinum, sigur stjórin í Trygd.
Serliga stórt hevur virksemið verið á Trygd í august mánaða, og seinastu 14 dagarnar hava 500 fólk teknað tryggingar í nýggja felagnum. Hetta eru tryggingartakarar, sum hava skift felag.
Umframt tað koma nýtekningar so hvørt sum frálíður, sigur Christian Nielsen. Hann er væl nøgdur við úrslitið higartil, og heldur, at tað hevur verið gagnligt fyri føroyska tryggingarmarknaðin, at nýggja felagið er stovnað. Tað sæst aftur á prísleguni,sum nú er galdandi
Eitt úrslit er at gamla felagið hevur lækkað tryggingarprísirnir, sigur stjórin á Trygd..
Trygd: Ongar prísbroytingar hjá okkum
Vit ásettu okkara tryggingargjøldini frá byrjanini, og hava ikki broytt upphæddirnar síðan byrjanina, meðan Brunatryggingin hevur lækkað gjøldini, so tey sita til okkara príslegu. Vit hava kortini ongar ætlanir um at broyta prísirnir, sum vit halda verða á rímiligum støði, sigur stjórin á Trygd.
Gunnar í Liða var staddur á Flogvøllinum, tá vit tosaðu við hann í gjár. Hann hevði tí ikki tey seinastu tølini fyri flytingarnar, men sigur at eini 1200 - 1300 viðskiftafólk hava skift tryggingarfelag. Tað er 6 pst. av tryggingunum hjá Brunatrygging.
Brunatrygging: Vit eru bíligari í flestu førum
Vit hava sett tryggingarprísirnir munandi niður, og í flestu førum er Brunatrygging bíligari enn P/F Trygd, eftir at vit broyttu tryggingarprísir í mars mánað í ár, sigur Gunnar í Liða.
Hvussu ber tað til,at tit nú kunnu lækka tryggingarprísirnir?
Tað kemst av, at tryggingarvirksemið hjá okkum ikki gav yvirskot frá 1988 - 95, av tí at nógvir skaðar vóru hesi árini.
Frá 1995 - 97 fingu vit yvirskot, av tveimum orsøkum: Ein var at skaðarnir ikki vóru so stórir, og hin at endurtryggingarnar gjørdust bíligari, sigur Gunnar í Liða.
Spurdur um stóra frágongdin fær avleiðingar fyri tryggingarprísirnir frameftir, sigur stjórin á Brunatrygging, at so verður ikki. Vit fara at gera alt fyri at fáa viðskiftafólkini aftur, eitt nú við at vera meira sjónligir á privata tryggingarmarknaðinum, eins og roynt verður at betra um tænastuna, og bjóða góðar tryggingar.
Fara at kýta okkum
so mikið meir
Er hetta ein dyggur smeitur fyri Brunatrygging?
Sjálvandi er tað harmiligt at viðskiftafólk velja annað felag, men tað ger bert, at vit fara at kýta okkum so mikið meir, fyri at veita so góða tænastu, at tey koma aftur til okkara.
Harnæst er at siga, at tá vit missa viðskiftafólk, gerast skaðarnir eisini færri, sigur Gunnar í Liða.
Tað er eitt sindur ójavnt, hvussu tryggingarfeløgini meta um sín part av privata tryggingarmarknaðinum í Føroyum.
Gunnar í Liða sigur, at teir hava mist 6 pst., av tilsamans 21000 teknaðum tryggingum, meðan Christian Nielsen sigur, at Trygd hevur fingið 12 pst. av privata marknaðinum, og hevur teknað 2866 tryggingar.
Góða tænastu og skjóta málsviðgerð
Christian Nielsen: Tað eru vit sera væl nøgdir við, og fara ikki at gera stórvegis fyri at kappast við Brunatrygging, tí pláss skal vera fyri báðum feløgunum. Orsøkin til at vit hava fingið so stóranpart av tryggingunum er, at vit hava veitt góða tænastu, og skjóta málsviðgerð.
Tað ber til hjá okkum at tekna tryggingar eftir fáum minuttum, eisini úti á bygd, har Føroya Banki hevur deildir, sigur stjórin á Trygd..