Tað er ein margháttlig støða. Tín størsti og týdningarmesti samstarvspartnari, sum tú ikki kanst vera fyriuttan, er samstundis tín størsti kappingarneyti. Smápartafelagið Vindrøkt (áður Røkt) í Vestmanna hevur í mangar mátar gingið undan, tí teir blivu til áðrenn lógarverkið, sum í dag regulerar økið, bleiv til.
Men tíggju ár eftir, at einasti privati veitarin á føroyska elkervinum fór undir sítt virksemið, er kappingin um at veita føroysku brúkarunum bíligari og grønari elmegi ikki komin eitt fet longri fram. Kanska tvørturímóti. Gamaní eru lógarbroytingar framdar, og fleiri veitarar eru undangóðkendir, men í teimum útbjóðingunum, sum hava verið, hevur SEV drigið longra stráðið. Og so er nærliggjandi at spyrja, um talan er um javna og rættvísa kapping.
Vónleys støða
Hann sigur tað ikki beinleiðis, tá eg spyrji, men eygnabráðið sigur tað. Eitt mark er fyri, hvussu nógvar kreftir tú orkar at brúka ímóti einum, sum er nógv sterkari enn tú. Og kanska verður avgerðin, sum Jarðfeingi í næstum tekur um, hvør skal byggja Vindorkulundina oman fyri Havnina, í veruleikanum mønustingurin hjá smápartafelagnum Vindrøkt. Tí hetta er eisini árið, tá 10 ára langi sáttmálin millum Vindrøkt og SEV fer úr gildi. Sáttmálin sum sigur, at SEV skal keypa streymin, sum vindmyllurnar omanfyri Vestmanna framleiða, frá Vindrøkt. Og sum Vindrøkt sambært stjóranum fekk mest sum av tilvild.
- Teir vóru hvørki til at høgga ella stinga í. Ongin skuldi selja SEV streym og so slett ikki, tá talan var um vindmegi. Tíðin var ikki búgvin, var ein umbering, minnist Jóhan í Niðristovu. Tað var eitt øgiligt togtogarí, men at enda segði táverandi landsstýrismaður við orkumálum, Eyðun Eltør, at nú var nóg mikið, og so glapp. SEV og Røkt gjørdu sáttmála um, at SEV skuldi taka ímóti orkuni, sum myllurnar hjá Vindrøkt framleiða.
Men stjórin í Vindrøkt stúrir fyri, at prísurin fyri kilowatt tíman nú verður trýstur so langt niður av ójøvnu kappingini, at ein nýggjur sáttmáli um myllurnar á Mýrunum omanfyri Vestmanna verður virðisleysur fyri lítlu vindorkufyritøkuna. Tí dagsprísurin er sambært tilboðnum hjá SEV um at byggja vindorkulund omanfyri Havnina 31,6 oyru fyri kw/t. Nærum 6 oyru bíligari enn tilboðið hjá Vindrøkt.
- Og so kunnu vit eins væl takka fyri okkum. Tá er spælið liðugt, og tá hevur kappingin um at veita føroyingum grønan streym eisini fingið eitt skot fyri bógvin, sigur Jóhan í Niðristovu.
Áttu at vart teir smáu
Hann kundi ynskt sær eina líknandi skipan innan elveiting, sum leingi hevur verið galdandi á teleøkinum. Ein skipan við sonevndari positivari diskriminering. Tá ásannaðu myndugleikarnir, at teir smáu veitararnir ongan møguleika høvdu at kappast, um teir ikki blivu vardir móti ójavnari kapping frá upprunaliga felagnum, sum í gjøgnum nógv ár hevði bygt sær eina munandi eginogn.
Men ongin slík verja er fyri smá feløg, sum vilja uppí part í kappingini um at veita føroyingum elorku. Og kanska júst tí er bert tann eini veitarin, sum kappast við SEV, men sum samstundis er tvungin at semjast við SEV, tí vøran skal seljast gjøgnum netið hjá SEV.
- Fyri okkum hevur hetta higartil merkt, at vit hava brúkt yvir eina hálva millión krónur uppá at gera tilboð, sum vit í veruleikanum hava nógv verri møguleika fyri at vinna, enn okkara argasti kappingarneyti, sigur Jóhan í Niðristovu.
Standa ikki einsamallir
Tað er ikki tí, at ongin trýr uppá teir.
Vindrøkt hevur megnað at knýta afturat sær samstarvspartnarar, sum hava drúgvar royndir og vita, hvussu tingini skulu gerast. Norska NTE (Nord-Trøndelag Elektrisitetsverk), sum eigur og rekur sonevnd pump-to-storage verk í Noregi, er sinnað at byggja eitt slíkt verk í Føroyum, og hevur eisini víst áhuga at vera við sum íleggjararnar. Partafelagið Varðin í Gøtu, Framtak, Effo og Hoyvíksgarður eru allir við sum íleggjarar í seinasta tilboðnum um vindmyllulundina omanfyri Havnina. Og Eik, Útnorðurgrunnurin og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar hava játtað at fíggja.
Jóhan í Niðristovu heldur, at útbjóðingin í 2010 vísir væl, hvørjum teir eru uppi ímóti. Vindrøkt var einasta felag sum lat inn tilboð, áðrenn freistin var úti. Men so longdi Elveitingareftirlitið freistina og broytti samstundis nakrar fortreytir, so Vindrøkt mátti gera ein part av arbeiðnum av nýggjum.
- Tá kendu vit okkum djúpt órættvíst viðfarnar, og úrslitið var stórar eykaútreiðslur fyri okkum, sigur Jóhan í Niðristovu
SEV framíhjárætt
Og søgan sær út til at endurtaka seg. Í fjørsummar lat SEV inn umsókn um at byggja eina vindorkulund omanfyri Havnina. Tað kann SEV gera, uttan at nøkur útbjóðing frammanundan hevur verið. Men lógin krevur, at aðrir fáa sama møguleika sum SEV at bjóða uppá eina líknandi verkætlan, áðrenn myndugleikarnir geva nøkrum loyvi. Vindrøkt boðaði frá áhuga, og lat 17.desember inn eitt tilboð uppá at byggja eina líknandi vindorkulund. Men sama dag lat SEV eisini inn nýtt tilboð, og tað heldur Jóhan í Niðristovu er í stríð við andan í Elveitingarlógini.
- Orkupolitikkurin hjá landinum leggur greitt upp til, at onnur enn SEV skulu framleiða streym í Føroyum, fyri at tryggja kapping og gransking. Tá SEV nú letur inn eitt nýtt tilboð, so hevur SEV jú havt nógv betri stundir enn vit. Teir hava fyrst gjørt upprunaliga tilboðið, tá vit so melda okkum áhugaðar, fara teir í holt við at tillaga sítt tilboð, og tað er ikki jøvn og rættvís kapping, heldur Jóhan í Niðristovu.
Hann minnir á, at teir sum teir fyrstu fóru at framleiða elorku úr vindi í Føroyum á vinnuligum grundarlagi, júst tí SEV hevði valt vindin frá.
- SEV trúði ikki uppá vindorku, men tað gjørdu vit. Vit tóku váðan á okkum og hava prógvað, at tað ber til. Men tað hevur verið tungt, og er ikki blivið lættari við árunum.
------------
FAKTA:
* Elveitingarlógin, sum regulerar økið, kom í 2007
*Tá hevði Vindrøkt selt SEV streym í fleiri ár
* Í fjør bleiv lógin broytt, so øll kunnu bjóða sær til at gera vindorkuútbyggingar
* Eitt endamál við lógini er at tryggja kapping, gransking og at økið verður ment










