Kappingin fer við hálvum triðja tíma

Kappróður: Tað ber bara til at avmarka tíðina uppaftur meiri, um allar kappingarnar verða á eitt túsund metrum

Fyrsti FM kappróðurin var í Klaksvík leygardagin. Líkindini vóru av teimum fagrastu, og alt gekk upp á stás. Í ongum av teimum seks kappingunm var neyðugt við innleiðandi róðrum, og tað var bara í 10?mannafarakappingini, at tað var neyðugt við nýggjum starti. Havnarbáturin reyk avstað, áðrenn skotið hjá dómaranum gekk av, og so skutu teir róðurin av.

Fyrsta startskotið gelti millum Klakkin og Kjølin, tá klokkan bara var farin nakrar heilt fáar minuttir av trý, og tá gestablíði Klaksvíkingurin kom á mál, eftir at hann hevði latið allar hinar koma á mál fyrst, var klokkan nakrar fáar minuttir í hálvgum seks.

Tað vil siga, at tað tók tveir og ein hálvan tíma at fáa alla kappingina frá hondini. Hetta er væl betri, enn tað var á norðoyarstevnu í fjør. Ta ferðina var klokkan sjey, tá 10?mannaførini vóru liðug at rógva, og niðurstøðan var, at umstøðurnar, sum tað bar til at gera nakað við, skuldu betrast. Hetta arbeiðið er gjørt, og í Róðrarsambandinum eru teir væl nøgdir við tað, sum gekk fyri seg á vánni í Klaksvík.

Undanfarin ár hevur tað fleiri ferðir verið nevnt, at um kappróðurin skal gerast uppaftur meiri vinarligur hjá teimum, sum standa kring róðrarøkið og fylgja við, so skal samlaða kappingartíðin styttast niður um tveir tímar.

Á norðoyarstevnu vóru teir ein hálvan tíma frá tí, sum hevur verið arbeitt fram ímóti. Og tað var sera sjónskt, hvør orsøkin var til, at tað ikki eydnaðist at fáa alt frá hondini upp á gott og væl ta tíðina, sum tað tekur at spæla ein fótbóltsdyst.

5?mannaførini við dreingjum og gentum og 6?mannaførini við kvinnum róðu eitt túsund metrar. 6?mannaførini við monnum, 8?mannaførini og 10?mannaførini róðu fimtan hundrað metrar. Tíðin til hvønn róðurin var gott og væl eitt korter. Men ímillum síðsta róðurin á eitt túsund metrum og fyrsta róðurin á fimtan hundrað metrum fór ein góður hálvur tími. Hetta var tíðin, sum tað tók at flyta fasta startin.

Tað plagar at verða sagt, at so hvørt sum róðrarárið líður, so styttist tíðin, sum fer at leggja bátarnar. Orsøkin verður søgd at vera, at manningarnar gerast alt betri fyri ? eisini at akta startdómaran og høvuðsdómaran og at halda nervarnar í teymum.

Á ólavsøku er kappróðurin ofta liðugur góðan hálvan annan tíma eftir, at fyrstu tøkini eru tikin. Ein orsøk til hetta er, at fasti starturin altíð roynist væl á ólavsøku, og ein onnur orsøk er, at fasti starturin ikki verður fluttur. Allir bátarnir rógva sama teinin.

Kappróðurin á norðoyarstevnu vísti, at um tað skal bera til at avmarka tíðina uppaftur meir, so skulu allar kappingarnar vera á eitt túsund metrum.

Ein møgulig broyting hevði havt nógvar avleiðingar. Kappróðrarfólk og tey, sum fyrireika og ansa eftir fara ivaleyst at taka spurningin uppaftur í framtíðini. Og kanska fara teir í eftirmetingini av kappingini á norðoyarstevnu at koma fram á onkrar lutir, sum ? um teir vóru rættaðir eitt sindur ? kundu stytt kappingina uppaftur meiri. Men tað verður sera torført at sleppa nður um tveir tímar, um ikki allar kappingarnar verða á eitt túsund metrum. Og so er spurningurin, hvat tað verður lagdur størstur dentur á ? tíðina ella fyritreytirnar á ymsu róðrarteinunum.ið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa.

Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum, sum eru fløgur við endamálinum at gera vart við løg og tónleikarar. Enn einaferð sleppur Ragnar upp í part, tá Stuart Cammeron gevur út næsta Hotdiscin í juli.

Kitty Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum.


Pólland hóast alt

Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum til ferðina til tónleikafagnaðin í Póllandi, umframt at hann á øðrum økjum roynir at laga tað so, at ferðin kann gerast veruleiki.

Ragnar í Vík og tónleikarar fara, um gjørligt, til Póllands um ólavsøkutíð og slík ferð kostar ferðalagnum eini 70.000 krónur.



(Lesið eisini viðmerkingina frá Norðoya Sparikassa : Ikki leisturin í framtíðini)