Seinnu árini, er tosið um valið av landsliðsleikarum hjá Allani Simonsen vorðið eitt alsamt størri kjakevni millum manna. Fleiri hava verið av teirri fatan, at hann við at halda somikið fast um ein bul av leikarum, samstundis hevur skapt ein trupulleika, tí tá hesir eru lidnir, verður mest sum eitt heilt lið at skifta út í senn.
Dystirnir í Luksemburg og Moskva hava tó sýnt, at fleiri leikarar nú standa meira ella minni klárir at taka yvir, og hetta kann so ikki sigast at vera annað enn hugaligt.
Eftir dysti tosaðu vit við landsliðsmálverjan, Jákup Mikkelsen, og hann tóktist eisini fegin um, at ungu menninir høvdu roynst somikið væl.
- Hatta er eisini nakað, sum vit hava tosað um okkara millum, tí talan kundi veruliga verið um ein trupulleika. Allan hevur jú havt eina fasta stammu so at siga alla tíðina, og felags fyri okkum allar er sjálvandi, at vit nú eru komnir nakað upp í fótbóltsárini.
- Hesa ferð vóru so fleiri av teimum, sum vanliga teljast millum berandi kreftirnar, ikki við, og tað er bara gleðiligt at síggja, hvussu teir ungu tóku møguleikan. Tað skapar størri kapping um plássini, og tað kemur so økkum øllum til góðar, heldur Jákup.
Hug at halda fram
Tá tosið fellur inn á, at fleiri leikarar kanska fara at gevast á landsliðnum innan fyri eitt stutt áramál, slepst ikki undan at spyrja, hvørjar ætlanir Jákup hevur sjálvur. Sum málverji kann hann jú rokna við, at hann hevur eina longri livitíð, og hann ásannar eisini, at so er.
- Ja, eg kann kanska rokna við at verða við eitt sindur longur, og tað eri eg so avgjørt eisini hugaður í. Eg havi kanska ikki so stórt dystartal á landsliðnum, men eg haldi meg kortini hava eina hampuliga stóra rutinu, og kann eg við hesum hjálpa ungu leikarunum, so havi eg avgjørt einki ímóti tí, sigur Jákup Mikkelsen at enda.
Mynd av liðnum, tá teir standa í eini røð
Jákup Mikkelsen hevur einki ímóti at taka eitt hampuliga drúgt tørn á landsliðnum, um hetta kann hjálpa teimum leikarum, sum fyrr ella seinni skulu taka yvir