Fyri løtu síðani varð tað greitt, at KÍ hevur tryggjað sær føroyameistaraheitið. Hetta er 20. ferðin, at KÍ vinnur FM. Fyrsta FM heitið tryggjaðu tær úr Klaksvík sær í 1997.
Merkisvert er tað, at tríggir spælarar, sum vóru við, tá ið KÍ tryggjaði sær fyrsta FM heitið, framvegis eru á liðnum. Talan er um tvíburarnar Rannvá B. Andreaen og Ragna Patawary og Malenu Josephsen.
Tá ið KÍ tíðliga seinnapartin í dag vann 5-0 ímóti B36 í Gundadali, var Ragna Patawary á vøllinum alla tíðina. Malena Josephsen var millum tær fyrstu ellivu. Hon varð útskift í 63. Mminutti. Rannvá B. Andreasen varð sett á vøllin sjey minuttir eftir steðgin.
Tveir aðrir dystir vóru í dag.
Í Runavík endaði oyggjauppgerðin millum NSÍ og ÍVB 2-2, og á Skála vann EBS/Skála 1-0 ímóti HB. Málið skoraði Lea Lilsberg tveir minuttir undan steðginum. Hetta var annar sigurin hjá EBS/Skála í ár. Tann fyrri var eisini ímóti HB. 18. juni noyddust gestirnir úr Hólmanum á Eiði og suður aftur í høvuðsstaðin við 2-1 tapi.
Støðutalvan sigur, at kappingin er stór um næstfremsta plássið. KÍ er fullkomuliga suverent topplið við 42 stigum fyri 14 dystir. Harvið hevur KÍ framvegis fulla úrtøku.
NSÍ, sum luttekur fyri fyrstu ferð í fremstu røð síðani 2007, er favorittur at vinna silvurkrónurnar. NSÍ hevur 17 stig fyri 12 dystir, HB hevur 14 stig fyri 13 dystir, og ÍVB hevur 13 stig fyri 12 dystir.
NSÍ - ÍVB 2-2 (0-2)
0-1: Mary Ann Zachariassen 17.
0-2: Jacoba Langgaard 21.
1-2: Monika S. Samuelsen 66.
2-2: Margunn Lindholm 96.
EBS/Skála - HB 1-0 (1-0)
1-0: Lea Lisberg 43.
B36 - KÍ 0-5 (0-1)
0-1: Tóra Mohr 3.
0-2: Sanna Svarvadal 63.
0-3: Evy á Lakjuni 79.
0-4: Hervør Olsen 85.
0-5: Durita Hummeland 93.
KÍ | 14 | 14 | 0 | 0 | 40 | 11 | 42 |
NSÍ | 12 | 4 | 4 | 3 | 23 | 16 | 17 |
HB | 13 | 3 | 5 | 5 | 22 | 21 | 14 |
ÍVB | 12 | 3 | 4 | 5 | 16 | 19 | 13 |
B36 | 12 | 2 | 5 | 5 | 15 | 20 | 11 |
EBS/Skála | 13 | 2 | 1 | 10 | 9 | 38 | 7 |
Sunnudagin 6. september
NSÍ - KÍ
EBS/Skála - ÍVB
B36 - HB