Kappróðrarárið tykist fara at vera so fjølbroytt, sum tað sjáldan áður hevur verið tað. Á Sundalagsstevnu í Hvalvík síðsta leygardag vóru nýggir vinnarar í fýra kappingum, og aftur hesa ferð var tað sera tætt í fleiri róðrum.
Vinnararnir vóru úr fleiri økjum kring landið. Vestmenningur vann kappingina millum 10-mannaførini, og Kvívíkingur, sum venur í Vestmanna, og sum gerandiskvøld ofta kapprør við Vestmenning, vann fyri aðru ferð í ár kappingina millum 8-mannaførini.
Páll Fangi úr Klaksvík endurvann kappingina millum 6-mannafør við monnum, og Sølmundur úr Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum endurvann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum.
Drekin hjá Havnar Róðrarfelag var nýggjur vinnari í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum, Royndin Fríða úr Vági var nýggjur vinnari í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum, og Falkur úr Hósvík var nýggjur vinnari í kappingini millum 5-mannafør við gentum.
Í barnaróðrunum vóru somu vinnarar sum á Norðoyastevnu. Dreingirnir á Títlingi hjá Havnar Róðrarfelag og genturnar á Teistanum hjá Argja Róðrarfelag.
Umstøðurnar at rógva kapp vóru ikki so galnar. Tað tók langa tíð at leggja bátarnar. Hóast tað varð farið undir barnaróðurin á 250 metrum klokkan 13, so var ikki klárt at senda dreingjabátarnar av 1000 metra málinum fyrrenn klokkan 16, og tað var akkurát so, at 10-mannaførini fóru um málið, áðrenn dómarin klokkan 19 bríkslaði fyri fyrstu ferð í landskappingardystinum og stevnudystinum millum EB/Streym og ÍF.
Leygardagin verður aftur kappróður á skránni. Tá verður kappast á Eystanstevnu á Skálafjørðinum, har tað – eins og í Hvalvík – fer at verða kappast á øllum fýra teinunum – 250 metrar, 1000 metrar, 1500 metrar og 2000 metrar.