Kappingin er minni enn hon plagar at vera

Argjadreingir eru so miki_ stinnir, at FM kappingin tykist skula gerast væl minni, enn hon plagar at vera ímillum dreingjamanningarnar

Dreingjakappingin hevur ofta veri_ tann tættasta og harvi_ tann mest spennandi. Úrslitini í tveimum teimum seinastu kappingunum hava greitt bent á, at ta_ neyvan ver_ur solei_is í ár. N_ggi báturin hjá Kappró_rarfelagnum NSÍ, Spógvin, var fremstur á Nor_oyastevnu. Sí_ani hevur Blikur vunni_ tvær fer_ir, og sigurin hjá argjadreingjum var so miki_ sannførandi leygardagin á Sundalagsstevnuni, at argjadreingir mugu finna seg í at ver_a rokna_ir at vera grei_ir favorittar at vinna FM heiti_, sum dreingirnir umbor_ á Sílinum hjá Havnar Ró_rarfelag hava vunni_ tvey tey seinastu árini.
Leygardagin vóru dreingjamanningarnar í meiri enn ein tíma í bátunum, á_renn teir fingu høvi at kappast. Ta_ eru alt anna_ enn optimalar umstø_ur.
Tá i_ startskoti_ var lati_ av, var ta_ mest sum beinanvegin, at Blikur fleyg frá øllum hinum. Á fyrstu tvey hundra_ metrunum vann hann ta_ mesta av einari bátslongd frá kappingarneytunum, og so var ongantí_ naka_ ivamál um, hvør fór at vinna hesa kappingina.
Spógvin, sum vann á Nor_oyastevnu, leg_i bragdliga fyri, og teir fylgdu væl vi_ á fyrra partinum av túsund metra teininum. Men ta_ ste_ga_i fullkomuliga upp hjá teimum í n_ggja bátinum hjá Kappró_rarfelagnum NSÍ, og Spógvin var ikki fremri enn nummar sjey á málinum. Harvi_ eydna_ist honum ikki at fáa stig í FM kappingini.
Umframt Runavík og Argir so hava Vestmanna og Havnar Ró_rarfelag ofta átt stinnastu dreingjamanningarnar. Hesa fer_ lá ta_ væl fyri hjá vestmannadreingjum umbor_ á Havfrúnni. Teir vóru framvi_ beinanvegin, og teir vóru drúgvastir í rættuliga tøttu kappingini um næstfremsta plássi_.
Klaksvíksdreingir og tvørádreingir vóru eisini væl vi_. Ta_ kundi kanska bent á, at gamlar kappró_rarbygdir sum Tvøryri og Klaksvík eiga gott í væntu. Klaksvíkingar kappa_ust vi_ tveimum manningum. Hesa fer_ enda_i Tekla á tri_ja plássinum hálva a_ru bátslongd aftanfyri Havfrúnna, sum var eina bátslongd aftanfyri Blik.
Firvaldur gjørdist nummar f_ra. Munurin frá Teklu og aftur til hansara var sera lítil, og munurin frá Firvaldi og aftur til hin bátin úr Klaksvík, Fípuna Føgru, var ikki meiri enn ein lítil bátslongd.
Drekin enda_i á sætta plássinum, og Síli_ gjørdist nummar átta og aftanfyri Spógvan.
Eisini í hesi kappingini vóru vertirnir rættuliga blí_ir. Báran var aftast.
Blikur hevur ikki vunni_ FM í dreingjakappingini sí_ani í 1985, 1988 og í 1989. Ta_ eru einastu fer_irnar, at argjadreingir hava veri_ meistarar - higartil. Avrikini og úrtøkan tvær tær seinastu fer_irnar kundu bent á, at ta_ fer at eydnast Bliki at vinna fyrsta FM heiti_ í fimtan ár. Ta_ eru framvegis f_ra FM kappingar eftir, og dreingirnir umbor_ á Bliki mugu finna seg í, at teir ver_a mettir at vera favorittar, tá i_ ta_ leygardagin fer at ver_a kappast á Jóansøku su_uri í Vági.

5-mannafør, dreingir
1 Blikur 05.28.93
2 Havfrúgvin 05.31.40
3 Tekla 05.35.04
4 Fípan Fagra
5 Firvaldur
6 Drekin 05.38.24
7 Spógvin 05.41.72
8 Sílið 05.42.96
9 Kollur 05.45.45
10 Tjaldrið 05.46.93
11 Royndin Fríða 05.47.97
12 Svanur 06.05.23
13 Báran 06.13.75