- Tað eru ikki vit, sum skrúva prísin á almennum byggiverkætlanum upp. Bæði Pauli Hofgaard, formaður í Havnar Handverksmeistarafelag, og Magnus Gaard, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, afturvísa staðiliga at tað er byggivinnan, sum er orsøkin til, at almennar byggiverkætlanir mangan eru so dýrar.
Í sama viðfangi afturvísar teir páhaldinum hjá stjóranum í Bústøðum, Andrass Róin, tá ið hann í Sosialinum mánadgin sigur, at byggiharrar skrúva prísin á almennum byggiverkætlanum, upp.
Í felags fráboðan í morgun siga teir, at tað er einki grundarlag er fyri at siga, at føroyskar byggifyritøkur skrúva prísin upp, tá ið tað almenna er byggiharri, og at bygging tí er dýrari í Føroyum enn aðrastaðni.
Magnus Gaard sigur, at sum heild er avlopið hjá føroyskum byggifyritøkum lítið, og kappingin millum fyritøkurnar er hørð, eisini um tær almennu uppgávurnar.
Sambært hagstovuni hevur avlopið hjá føroysku byggivinnuni verið tilsamans 34,5 milliónir krónur í miðal um árið í árunum frá 2007 til 2011, sigur hann.
- Hetta er av eini nettosølu á 1.400 milliónir krónur tilsamans í miðal um árið í sama tíðarskeiði.
- Tað er tí ikki grundarlag fyri at siga, at tað eru tær føroysku byggifyritøkurnar, sum skrúva prísin upp, sigur Magnus Gaard.
Hann sigur, at tað er ikki vinningurin í føroysku byggivinnuni, sum drívur prísin á bygging uppeftir.
- Harumframt eru ongar kanningar, sum staðfesta, at tað veruliga er so nógv dýrari at byggja í Føroyum.
Magnus Gaard leggur dent á, at skulu samanberingar gerast, mugu tær vera væl grundaðar og vera sambæriligar í góðsku og hvat slag av bygningi talan er um.
- Vit hava nógv dømi um at tað ber til at byggja bíligt Føroyum. Eitt nú kom fram í síðstu viku at skúlin á Giljanesi kostaði einar 20.000 krónur fermeturin, tá ið allar útreiðslur til bygging, ráðgeving, og annað, eru tiknar við.
- Vit hava eisini aðrar bygningar, sum føroyskar fyritøkur hava bygt fyri ein líknandi fermetraprís.
Pauli Hofgaard, formaður í Havnar Handverksmeistarafelag, heldur, at tað ber ikki til at tosa um at bygging í Føroyum er dýrari enn aðrastaðni, fyrr ein verulig kanning er gjørd.
Hann heldur at ein slík kanning átti at kannað ein røð av viðurskiftum, eitt nú, hvussu okkara harðbalnað veðurlag, flutningskostnaður, og goymslukostnaður, ávirka prísin.
Pauli Hofgaard heldur eisini, at tað neyðugt hyggja eftir hvat ein bygningur kostar tilsamans, so leingi hann stendur, heldur enn bara at hugsa um byggikostnaðin einsamallan
- Ofta kann tað loysa seg at velja eitt betri tilfar, tí so verður bygningurin bíligari at halda.
- Vóru føroysku fyritøkurnar ikki kappingarførar, má metast, at útlendskar fyritøkur sótu á øllum byggimarknaðinum í Føroyum, sigur Pauli Hofgaard. - Men tað er ikki hent, leggur hann afturat.
- Harumframt krevur bygging í Føroyum serligar førleikar, og fólk kunnu sjálvi meta um, hvussu væl teir bygningar hava hepnast, har útlendingar við ongum kunnleika til bygging og ongum kunnleika um tilfar til føroysk viðurskifti, hava hepnast, sigur Pauli Hofgaard.
|










