Mangan hevur verið tikið til, at tað hevur verið trupult hjá vanligum fólki at fáa skil á tryggingum, og serliga hevur tað verið trupult hjá fólki at fáa greiði á teimum ymisku ferðatryggingunum. Hetta hevur Tryggingarfelagið Føroyar tikið til eftirtektar, og nú verður eitt nýtt slag av ferðatryggingum bjóðað út.
Trygging fyri alt árið
Í nýggja átakinum innan ferðatryggingar bjóða Tryggingarfelagið Føroyar trý sløg av ferðatryggingum fram.
Millum annað er talan um eitt slag, ið verður rópt "Ársferð". Her er talan um eitt tryggingarslag, har tryggingartakarin teknar sær eina ferðatrygging, ið er galdandi fyri eitt ár. Tískil er ikki neyðugt hjá fólki at tekna sær eina ferðatrygging, hvørja ferð ið leiðin gongur út um landoddarnar. Tað ber til at tekna slíka trygging bæði sum einstaklingur og sum húski.
Eisini er tað nýtt, at tú nú kanst tekna nakað, ið verður rópt ein avlýsingartrygging. Við einari slíkari trygging fært tú endurgjald, um tú av einari ella aðrari orsøk noyðist at avlýsa eina ferð, áðrenn tú byrjar hana.
Gomlu tryggingarnar, ið eita "Trygg ferð", detta tó ikki heilt burtur. Men ávísar broytingar eru gjørdar við hesum tryggingum. Ein tann mest markanta broytingin er ivaleyst tann, at tryggingartakarin nú teknar sær eina trygging fyri júst tað dagatal, ið ein er burturstaddur. Áður hevur tað verið so, at veljast skuldi millum ymisk dagatøl, ið Tryggingarfelagið hevði ásett.
Hetta merkir, at tryggingartakarin bert rindar fyri júst tað dagatal, ið hann ella hon er burturstaddur. Mortan Poulsen, stjóri og Høgni í Stórustovu, deildarstjóri, siga, at leiðslan á Tryggingarfelagnum Føroyar metir, at hetta er nógv greiðari fyri viðskiftafólkini.
Alt verður einfaldari
Tryggingarfelagið Føroyar hevur sett sær fyri at endurskoða øll tey tilboð, ið verða veitt viðskiftafólkunum, og endamálið við hesum er at gera tað so einfalt sum møguligt fyri tryggingartakaran, siga Mortan Poulsen og Høgni í Stórustovu.
- Nú ber til at gera alt elektroniskt, soleiðis at tú í veruleikanum kanst sita framman fyri telduni og tekna tínar tryggingar. Tað verður eisini einfaldari at tekna tryggingar, tí áður hava tað verið settir ein rúgva av spurningum, ið tryggingartakarin skuldi svara, sum nú eru strikaðir, greiða Mortan og Høgni frá.
Eitt nú hevur tað í sambandi við sethúsatryggingar verið so, at tú skuldi svara eini 15 spurningum um húsini hjá tær, tá ið tú teknaði eina slíka trygging. Hetta er nú broytt, soleiðis at tú í veruleikanum næstan bara skal svara upp á ein ella tveir spurningar.
Í sambandi við ferðatryggingar er tað nú soleiðis, at eitt yvirlit verður á alnótini, sum beinanvegin, tá ið ein trygging verður teknað, skrásetur tryggingina. Hetta hevur við sær, at Euro Alarm, ið tekur sær av viðskiftafólki hjá Tryggingarfelagi Føroyum, sum koma illa fyri uttanlands, beinan vegin kann kanna eftir, um fólk, ið heita á tey um hjálp, hava teknað ferðatrygging.
Nú verður tað eisini so, at tá ið tú teknar tær eina ferðatrygging hjá eini ferðaskrivstovu, verður tryggingin beinan vegin skrásett í yvirlitinum á alnótini, og tryggingartakarin fær eitt tryggingarskjal í hondini, sum prógvar, at viðkomandi hevur teknað eina ferðatrygging. Í hesum sambandi hevur Tryggingarfelagið Føroyar í hesum døgum skeið fyri starvsfólki á ferðaskrivstovum kring landið.
Mortan Poulsen og Høgni í Stórustovu ásanna, at alt tað, ið eitur tryggingar, hevur havt eitt ringt orð á sær, tí tað hevur verið so fløkjasligt, men teir vóna, at nú Tryggingarfelagið Føroyar ger tryggingarnar einfaldari, fer hetta at lætta um hjá viðskiftafólkunum.