Leygardagin um góða viku endar kappingarárið hjá monnum í hondbólti,men kvinnurnar skulu halda á heilt fram til 30. apríl. Hetta heldur Geir Wardum, venjari hjá Kyndli, verða eina skandalu, og hann heldur, at Hondbóltssambandið átti at endurskoða tað, ið er eftir av kappingini.
Ongantíð lagt so illa tilrættis sum í ár
Geir Wardum hevur verið virkin innan føroyskan hondbólt í mong ár, og hann sigur, at eftir hansara tykki hevur kappingin ongantíð verið so illa løgd tilrættis sum í ár.
- Higartil í 2005 hava vit einans spælt í fimm vikuskiftum, ístaðin fyri at vit spældu hvørt vikuskifti, so at kappingin ikki gjørdist so drúgv. Eg haldi eisini, at tað onkuntíð kundi verið so, at VB kom norður og spældi tveir dystir norðan fyri eitt vikuskifti móti liðum, sum tær vanliga ikki hava trupulleikar av, tí so hevði ikki verið neyðugt hjá teimum at ferðast so ofta norður um fjørðin. Sjálvsagt skuldu tær ikki spælt móti t.d. Stjørnuni, tá ið tær hava spælt dyst dagin fyri, men móti teimum lægru liðunum, sigur Geir Wardum.
- Kappingin er alt ov drúgv, og tað er ikki serliga mennandi fyri hugin hjá leikarunum, at tær nú skulu dríva á í heilar seks vikur, eftir at menninir eru givnir. Ítróttarhøllirnar eru skralltómar um hetta mundi, og eg eri sannførdur um, at hjá teimum liðum, ið ikki hava nakað serligt at spæla fyri, verður tað ógvuliga trupult at fáa spælararnar at møta upp til venjing. Harafturat eru tað fleiri spælarar, ið eisini spæla fótbólt, og nú fer tað av álvara at kollidera millum hondbóltin og fótbóltin, tá ið kappingin er so drúgv, heldur Kyndlavenjarin.
Fíggjarligur smeitur
At tað er lítið hugaligt hjá spælarunum at halda á við venjingini so leingi, er ikki einasti vansin við drúgvu kappingini, heldur Geir Wardum.
- Tað er eisini ein fíggjarligur smeitur fyri feløgini. Tað gevur óneyðuga nógvar útreiðslur til hallarleigu, dómarasamsýningar, og harafturat verða tað so avgjørt ikki nógvir áskoðarar til dystirnar, tí áhugin fyri hondbóltinum minkar, so skjótt sum fótbólturin fer á rull, og tað fer hann longu nú, sigur Geir Wardum.
Sjálvur heldur Geir Wardum, at HSF átti at tikið og endurskoða kappingina og strikið restina av kappingarárinum.
- Einasti spenningurin, sum er eftir í kappingini, er um gullið. Tað eru bert dystirnir millum VB og Stjørnuna, sum hava nakað at siga, og allir hinir dystirnir eru meiningsleysir. Eg haldi, at HSF skuldi bara gjørt av, at hesi bæði lið spældu innanhýsis dystirnar, ið eru eftir, og harvið funnið fram til føroyameistaran. Ella kundi verið skipað fyri einum finaluumfari, har Stjørnan og VB til dømis spældu best av trimum dystum, sigur Geir Wardum, sum heldur, at øll hini liðini tað sama kundi farið í summarfrí nú.
HSF má taka í egnan barm
Ein av orsøkunum til, at kappingin í ár er so mikið drúgv, er tann, at HSF í fjør avgjørdi at víðka kappingina hjá kvinnum úr sjey upp í átta lið. Hetta heldur Geir Wardum verða eina skandaluavgerð, sum hondbóltssambandið eigur at endurskoða.
- Víðkanin førdi við sær, at Tjaldur kom upp í fremstu deildina, og úrslitini í ár hava prógvað, at tær als einki hava at gera í fremstu deildini. Tað er jú stór skomm, at tær skulu tapa við 30-40 málum hvørt vikuskifti, heldur hann.
- Tað var leiðslan í HSF, sum vildi hava Tjaldur uppí, og teir noyðast nú at ásanna, at tað var ein blóðskeiv avgerð, tí liðið hoyrir ikki heima í fremstu deildini, heldur Geir Wardum.