Sum onkur av lesarunum kanska hevur lagt til merkis, so lýstu vit í serblaðnum, Fótbóltur 2002, við, at ein kapping um eina fótbóltsferð skuldi byrja í Sosialinum týsdagin, 7. mai.
Verkfallið hevur tó viðført, at útberingin av bløðunum kring landið hevur verið heldur óreglulig, og tí hevur verið bíðað við kappingini. Nú er verkfallið tó liðugt. Strandfaraskipini sigla aftur við fullari ferð, og komandi týsdag fer kappingin um ferðina til dystin millum Týskland og Føroyar so av barkastokki.