Tað tykist greitt, at Effo-deildin komandi ár byrjar fyrr enn hon gjørdi í ár. Longu 2. mars er stórsteypadysturin á skránni.
Eftir fyrsta uppskotunum at døma, so verður komandi kappingarár skotið í gongu longu 2. mars við stórsteypadystinum millum FM vinnarnar, EB/Streym, og steypavinnarnar, Víking.
Fyrsta umfar verður vikuskiftið eftir, leygardagin 9. mars. Í ár var fyrsti dysturin í Effo-deildini 24. mars.
Ein av orsøkunum til longdu kappingina, ið kemur at enda um sama mundið sum í ár, eru teir nógvu A–landsdystirnir. Hetta kappingarárið hava vit spælt tríggjar A-landsdystir, meðan tað í 2013 verða heilir sjey. Tann fyrsti verður longu 22. mars móti Eysturríki.
Tað er ikki greitt um stóri steypadagurin verður um vikuskiftið 23. og 24. august ella 30. og 31. august.