Fótbóltur
Fótbóltsfeløgini kring landið hava longu fingið uppskot til kappingarskipan, men í mun til hetta eru fleiri flytingar.
Byrjunardagurin er tó fastlagdur, og á FSF-skrivstovuni verður sagt, at fyrsta umfarið í Formula-deildini verður spælt tann 1. apríl í ár.
Kappingin um Løgmanssteypið byrjar sum vant nakað fyri hetta, og í ár verður fyrsta umfarið í hesari spælt tann 10. mars.