Kappingartreytir

Báðir flokkarnir verða býttir sundur í tvey lið (javnt býtt ímillum flokkarnar), sum gera hvør sín go-cart. Uppgávan verður partvís skipað sum ein kapping. Vinnarin av kappingini er tað liðið, sum lýkur krøvini niðanfyri best. Evnini telja viga ikki eins nógv, men verða vektað eftir prosentum.

1. Bowling5%
? Liðini bowla ímóti hvørjum øðrum, og stigini hjá luttakarunum á hvrjum liði vera løgd saman.

2. Skrivlig verkætlan10%
? Verkætlaninar skulu vera bygdar upp eftir leistinum, sum er útflýggjaður, og viðgerða teir lutir á bilinum, sum hvør næmingur ger. Tær verða dømdar eftir innihaldi, stavivillum og uppseting.

3. Handverk30%
? Handverk er t.d. penar og sterkar sveisingar, snøgt rør? og plátuarbeiði, at motorurin gongur sum hann skal, at alt riggar sum tað skal o.s.fr.

4. Útsjónd á bili5%
? Ein dómsnend metir um báðar bilarnar, tá teir eru lidnir.


5. Yvirhalda tekningar og ætlanir25%
? Tekningarnar og ætlaninar, sum vera gjørdar tær fyrstu vikurnar, skulu so vítt gjørligt yvirhaldast. Treytirnar frá skúlanum um trygd o.a. á bilinum skal eisini yvirhaldast.

6. Kappkoyring25%
Tá báðir bilarnir eru lidnir, verður kappkoyring millum bæði liðini. Hvør næmingur skal koyra tveir umgangir. Bilarnir skulu hava pitstopp og fylla bensin á. Fair-.play reglan er galdandi.


Endin var, at lið A fekk 95 stig út av 100 møguligum, meðan lið B var beint í hølunum, við 89 stigum.