Kappingarstruktururin má viðgerast gjølla

(Ljóðsamrøða) Jógvan Martin Olsen heldur, at tíðin er búgvin til at eftirmeta kappingarstrukturin

Í sendingini "Triði Hálvleikur " á Rás2 var ein samrøða við Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjara hjá B68. 

 

Fyrsti parturin snúði seg um 1-1 javnleikin hjá B68 á Skála í dag, meðan tann seinni og størri parturin snúði seg um kappingarstrukturin, har nógv verður latið til tilfeldigheitirnar tey seinastu umførini, orsaka av tí óstøðuga veðrinum. 

 

Jógvan Martin heldur, at nú er tíðin búgvin, at kappingarstrukturin, og møguligar broytingar eiga at verða viðgjørdar gjølliga á einum eftirmetingarfundi. Og har eigur at verða hugt eftir um vit skulu byrja kappinga á ólavsøku, og enda hana í juni, og um vit skulu hava 12 ella 8 lið í bestu deildini, ella halda fast við núverandi kappingarstruktur við teimum vansum, sum eru við tí.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jógvan Martin Olsen hevði at siga um hesi viðurskifti. 

 

(Mynd: b68.fo)