Kapping
Kappingarráðið hevur í skrivi, dagfest 21. november 2005, boðað Innlendismálaráðnum og Strandfaraskipum Landsins frá, at ráðið við heimild í grein 13 í kappingarlógini áleggur Innlendismálaráðnum, at virkisøkisroknskapurin hjá Farmaleiðum ikki gevur hall í 2006.
- Treytin fyri, at avgerð kann takast sambært kappingarlógini grein 13, stk. 1, er, at Kappingarráðið til fánýtis hevur roynt samráðingar sambært grein 11.
Kappingarráðið metir, at hetta er gjørt.
- Farmaleiðir fáa umleið 9,9 miljónir krónur árliga á løgtingsfíggjarlógini til at dekka hallið av sínum virksemi. Tískil er greitt, at talan er um eina kappingaravlaging, ið hevur skaðilig árin á kappingina.
Kappingarráðið vísir á, at samráðingarnar millum ráðið øðrumegin og Innlendismálaráðið og Strandfaraskip Landsins hinumegin sambært kappingarlógini, grein 11, ikki førdu til semju millum partarnar, hóast samráðingar hava verið í út við eitt ár.
- Við støði í kanningum, sum vit hava gjørt, kunnu vit staðfesta, at virksemið hjá Farmaleiðum er rikið við halli síðan 1997 og framvegis verður rikið við halli. Hetta gevur greið boð um, at prísirnir og vinningurin hjá Farmaleiðum er minni enn tað, sum kundi verið fingið á einum marknaði við virknari kapping.
Kappingarráðið sigur, at Farmaleiðir hevur eina avgerandi marknaðarstøðu, samstundis sum miðvíst hall er á rakstrinum, sum verður fíggjað við játtan úr landskassanum.
- Hetta staðfestir, at marknaðurin verður avlagaður og ikki er merktur av virknari kapping, sigur ráðið og heldur, at Farmaleiðir við at fáa undirskotið fíggjað yvir løgtingsfíggjarlógina ikki tillagar seg, hvørki við prísum ella við at gera týðandi rationaliseringar í rakstrinum og tænastuni.
Ráðið metir, at um Farmaleiðir varð rikið sum vanlig vinnufyritøka undir marknaðartreytum, hevði leiðslan verið noydd at tillaga virksemið við eitt nú at tillaga prísirnar á tænastum, endurskoða tænastustøðið og/ ella rationalisera raksturin av fyritøkuni og á henda hátt roynt at tryggja javnvág í rakstrinum.
- Við støði í roknskapinum fyri Farmaleiðir fyri 2004, vildi hetta merkt, at neyðugt varð antin at hækka meðalprísin við umleið 50% ella at lækka útreiðslurnar við umleið 35% - ella ein samanseting av báðum.
Kappingarráðið vísir tó á, at sambært upplýsingum frá Strandfaraskipum Landsins vísa roknskapartølini fyri 2005 til og við 3. ársfjórðing, at støðan er batnað.
Tað er altso við heimild í kappingarlógini, grein 13, stk. 1, av Kappingarráðið hevur tikið avgerð um, at Farmaleiðir skulu tillaga inntøkur og/ ella lækka útreiðslurnar soleiðis, at úrslitið eftir rentur og avskrivingar javnvigar fyri roknskaparárið 2006.
Sambært avgerðini hjá Kappingarráðnum skal Strandfaraskip Landsins í seinasta lagi, 1. februar 2006, lata ráðnum ætlan fyri, hvørji tiltøk verða framd fyri at náa endamálinum í hesi avgerð.
Avgerðir tiknar av Kappingarráðnum kunnu kærast til Kærunevndina í kappingarmálum innan fýra vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd teimum, hon viðvíkur.