Kappingarneytin seldur til New York

Maðurin, sum hevur hildið Viljorm Davidsen á bonkinum í Vejle, er seldur fyri útvið 10 milliónir.

Vinstribakkurin á føroyska landsliðnum, Viljormur Davidsen, hevur havt ilt við at fáa spælitíð í Vejle hetta kappingarárið, og higartil er tað bara blivið til tveir dystir í Superliguni.

Orsøkin er, at Malte Amundsen hevur verið fyrstaval á vinstra bakki, men hann spælir nú ikki longur við Vejle.

Vejle upplýsir, at 23 ára gamli Malte Amundsen er seldur til New York City FC í bestu amerikansku deildini, og sambært Ekstrablaðnum er hann seldur fyri 9,75 milliónir krónur.

Tað verður tó framhaldandi trupult hjá Viljormi Davidsen at fáa spælitíð, tí Vejle hevur nevniliga leigað svenska vinstrabakkin, Pierre Bengtsson, í FCK.

Viljormur Davidsen var tó á vøllinum, tá ið Vejle fyrradagin spældi málleysan javnleik ímóti Randers FC í fyrru fjórðingsfinaluni í steypakappingini.

Les eisini: Nú er Viljormur bara ein dyst frá metinum

Næsti dystur hjá Vejle verður á heimavølli ímóti FC Nordsjællandi í morgin kl.13.00.