Tilburðurin í HM-finaluni í Kazan fyrr í summar, har føroyski svimjarin, Pál Joensen, varð snýttur fyri luttøkuna í 1500 metra frí finaluni, fær ongar avleiðingar fyri kinesiska svimjaran Sun Yang.
Les eisini: Pál snýttur av Sun Yang
Sun Yang skuldi luttaka í finaluni, men møtti ikki upp. Reglugerðin ásetur tá, at næsti svimjarin á listanum eigur at taka plássið hjá fyrra, men av tí, at Sun Yang ikki boðaði frá, at hann ikki fór í hylin, so fekk Pál Joensen ikki møguleikan at svimja finaluna.
Føroyska ferðaliðið á staðnum royndi at mótmæla hesum, men til lítla nyttu. Finalan varð svomin uttan luttøku frá Sun Yang ella Pál Joensen.
Les eisini: Svimjisambandið í øðini um Pál
Tíðindastovan Reuters skrivar í dag, at atburðurin hjá Sun Yang ongar avleiðingar fær fyri svimjaran.
Reuters hevur tosað við forsetan í altjóða svimjisambandinum, FINA, Cornel Marculescu, ið sigur at einki meira verður gjørt við málið.
- Vit tosaðu við kinesiska ferðaliðið og svimjisambandið, og at enda eisini við hann. Hann segði talan var um heilsutrupulleikar. Hansara venjari royndi eisini at yvirtala hann at svimja, men hann segði tað ikki var møguligt. Hann er ein stór stjørna og framúr góður svimjari, men man veit aldrin við ungum fólkum, sigur forsetin í FINA við Reuters.
Umframt tilburðin í HM-finaluni, so varð Sun Yang eisini ákærdu fyri at hava sligið og sparkað eina unga gentu í upphitingarhylinum, men heldur ikki tað fær avleiðingar fyri svimjaran.
- Talan var um eina misskiljing í upphitingarhylinum. Í Kazan høvdu vit yvir 1.000 svimjarar, so hylurin gjørdist ov lítil. Framyvir mugu vit bara syrgja fyri, at vit hava fleiri upphitingarhylar, sigur Cornel Marculescu við Reuters.









