Kappingin um málmanspostin í Motherwell er hørð. Hóast Gunnar bjargaði brotssparki í Europa League og hevur spælt væl á føroyska landsliðnum, so hevur tað ikki eydnast føroyska málverjanum, at vinna sær plássið millum stengurnar í skotska Premier League felagnum.
- Um Gunnar var nógv betri enn Hollis til venjing, so hevði hann eisini spælt. Men tað er ikki støðan, sigur Stuart McCall, venjari hjá Motherwell við Eurosport.
Hinvegin, so fegnast venjarin um at hava tveir góðar málmenn í hópinum. Stuart McCall lovaði undan kappingarbyrjan, at Lee Hollis skuldi fáa møguleikan í málinum hjá Motherwell, eftir at hann hevði verið annað val í trý ár.
- Tað er ikki av loyalitet, at eg havi givið Lee Hollis møguleikan, men orsaka av hansara avrikum, sigur Stuart McCall og leggur afturat, at hann metir at tað er lítil munur á Gunnari og Hollis.
Lee Hollis verður aftur í mál, tá Motherwell í morgin spælir móti St. Mirren.