Kappingarneyti til føroyingarnir í Fremad Amager

Í farnu viku skrivaði Fremad Amager sáttmála við Kenny Thorup, og harvið fingu teir tríggir føroyingarnir Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør ein nýggjan kappingarneyta.

Kenny Thorup er royndur spælari, ið kann leika bæði á miðvøllinum og í álopinum, og tað er júst á hesum plássum, at teir tríggir føroyingarnir royna seg. Hóast Kenny Thorup einans er 26 ára gamal, so er hann ein ógvuliga royndur leikari, ið hevur verið í nógvum feløgum.

Aftur til barndómsfelagið
Kenny Thorup er uppvaksin í Fremad Amager, men í heilt ungum aldri gekk leiðin til FC Keypmannahavn. Her fekk Thorup ongantíð av álvara gjørt vart við seg, og leiðin gekk tí víðari til Næstved og Hvidovre. Her gekk betur, og tí fekk superligafelagið AGF eyguni upp fyri Thorup, sum flutti til Århus, har hann hevði nøkur góð ár. Síðani gekk leiðin aftur til Keypmannahavnar, har Thorup leikti í AB, saman við eitt nú HB-venjaranum Heina Fernandez, og tað er úr hesum felag, at Kenny Thorup nú vendir aftur til barndómsfelag sítt Fremad Amager.
Leikararnir í Fremad Amager eru farnir undir venjingina aftur, og mikukvøldið leika teir fyrsta venjingardystin, sum verður ímóti gamla felagnum hjá Henrik Larsen, landsliðsvenjara, Ølstykke á útivølli.