Tað er í samrøðu við danska Tipsbladet, at verjuleikarin Kasper Risgård gevur ilt av sær.
Hann hevur verið fastur maður í verjuni hjá Aab, men endaði á beinkinum, tá Jón Rói Jacobsen kom fyri seg eftir skaðan. Nú er hópurin til týdningarmikla dystin móti FC Midtjylland í morgin úttikin, og her er Kasper Risgård als ikki við.
? Hetta eri eg sera keddur og argur um. Eg havi ikki spælt so væl sum eg kann í vár, og tí hevur venjarin valt Jón Róa Jacobsen fram um meg, og tað eri eg sjálvandi skuffaður av, men soleiðis er fótbóltur, sigur Kasper Risgård við Tibsblaðið.
Hann fortelur eisini, hví Jón Rói hevur fingið hansara pláss á liðnum.
? Jón hevur spælt væl síðani hann kom aftur. Tað noyðist eg at góðtaka. Nú fari eg so at stuðla dreingjunum, tí vit skulu vinna hasar silvurkrónurnar, sigur Kasper Risgård sambært tipsbladet.dk.
Tað verður í morgin, at Aab fær møguleikan at endurvinna annaðplássið, tá teir vitja hjá FC Midtjylland. Aab liggur sum nummar trý í deildini við 58 stigum ? tvey stig færri enn FC Midtjylland.
Jón Rói Jacobsen er, sum sagt, við í hópinum, meðan Súni Olsen er uttanfyri við skaða.