Flestu av kappingarneytunum hjá Maersk Line byggja fleiri skip tey komandi árini, enn danska reiðarí?ið Nógvir teirra hava lutvíst fleiri ordrar og koma at vinna inn á Maersk Line, sum enn er heimsins størsta bingju-reiðarí, skrivar Børsen.
Shippinghúsið APX-Alphaliner hevur júst almannakunngjørt nýggj tøl, sum innan ídnaðin verða mett sum røtt.
Hesi vísa, at Maersk Line við sínum 523 skipum hava ein kapasitet uppá umleið 1,9 milliónir bingjur og hava umleið 16,2 % av heimsmarknaðinum.
Reiðarí?ið hevur bílagt 94 skip, sum fara at økja samlaða kapasitetin við 500.000 bingjum. Hetta svarar til, at Maersk Line hevur bílagt nýggj skip, sum koma at fevna um 26 % av teirra núverandi flota.
Hetta talið er kortini lágt, um ein samanber við kappingarneytarnar á heimsins top 10-lista. Her er reiðarí?ið APL í Singapore á odda, sum hevur eina ordrabók uppá 67 % av teirra flota.
Franska CMA er beint í hølunum við 66 %, og eru, saman við sveisiska MSC tey einastu, sum hava bílagt bingjuskip, sum økja skipaflota teirra við einum kapasiteti uppá meiri enn 500.000 milliónir bingjur.