Kappingarneytar leggja saman

Café Natúr, Eclipse og Platform verður nú eitt felag. Orsøkin til samanleggingina er harða kappingini um kundaskaran millum tey trý skeinkistøðini

Tey trý stóru skeinkistøðini, Platform, Eclipse og Café Natúr leggja saman. Teir tríggir, Havgrímur Johannessen, Petur Olsen og Toni Dam, sum eiga hesi skeinkistøðini eru komnir ásamt um at leggja saman, heldur enn at stríðast hvør ímóti øðrum.

Harðari kapping
Í tíðindaskrivi vísa teir tríggir á, at kappingin er harðnað nógv. Platform byrjaði fyri hálvum triðja ári síðan, og fór við nógvum av kundunum hjá táverandi Club 20. Club 20 bjóðaði í summar Platform av aftur við einum nýggjum konsepti undir navninum Eclipse.
Eigararnir óttast, at tað verður ov strævið at røkja kundaskaran, ið ikki er nóg stórur at fylla bæði Eclipse og Platform í senn. Fyri at úrslitið ikki skal verða, at hvørki Platform ella Eclipse fara at standa seg í kappingini, hava teir valt at leggja saman. Platform, Eclipse og Café Natúr verða nú eitt felag.
Nøvnini verða tey somu, men kundabýtið verður javnari, og Havgrímur Johannessen, Petur Olsen og Toni Dam reka nú hesi trý stóru skeinkistøðini í felag.

Dagligur leiðari
Eftir ætlan verður ein dagligur leiðari settur at taka sær av virkseminum hjá teimum trimum støðunum. Tað er framvegis ikki fastlagt, hvør dagligi leiðarin verður, men teir tríggir eigararnir arbeiða í løtuni við málinum. Havgrímur Johannessen kemur at taka sær av tiltøkum á teimum trimum støðunum.
Til ein dagligur leiðari er funnin, verður tað eisini Havgrímur, ið tekur sær av dagligu leiðsluni. Tá leiðarin er funnin, fer Havgrímur eftir ætlan í annað starv. Hetta verður eftir øllum at døma fyrst í komandi ári.

Merkjast
Fleiri seta óivað spurning við, um kundin ikki hevði fingið betri sømdir, um talan var um framhaldandi harða og javna kapping millum Platform og Eclipse. Nú verður eitt stórt felag, har kappingin millum serliga Platform og Eclipse dettur burtur.
? Broytingin verður avgjørt til gagns fyri kundarnar, og tiltøkini verða meira spennandi og áhugaverdari í framtíðini. Vit fara at hava opið á sama hátt, sum tað hevur verið higartil, sigur Havgrímur Johannessen.
Betri møguleiki verður framtíðini at flyta tiltøkini millum støðini. Teir tríggir hava fleiri spennandi ætlanir í kvittanum, men tær framvegis bara á skriviborðinum.
Spurdur, hvørjar aldursbólkar nýggja felagið fer at leggja seg eftir, svarar Havgrímur, at tað er ikki endaliga avgjørt enn, men allarhelst verður pláss fyri bæði teimum yngru og eldru. Hann veitir vissu fyri, at kundarnir í framtíðini hava nógv spennandi og stórfingið í væntu.
Higartil hevur innanhýsis kappingin millum skeinkistøðini Platform og Eclipse/Club 20 verið hørð, og leiðararnir á báðum støðunum hava hildið seg eitt sindur aftur við at gera tey heilt stóru tiltøkini. ? Bæði vit á Platform og Club ella Eclipse hava aftrað okkum at lýsa við stórum tiltøkum fleiri vikur undan tiltakinum, tí vit vóru bangnir at hin parturin fór við sama hugskoti, men hesin ótti verður nú endaliga beindur av vegnum, sigur Havgrímur Johannesen.
Tað er javnan komið fyri, at bæði Platform og Club 20 hava havt stór tiltøk sama kvøld. Úrslitið varð oftað, at bæði hølini vóru ikki meir enn hálvfull. Hetta fer so ikki at henda í framtíðini, har greið samskipan verður ímillum støðini.

Starvsfólk kunnað
Mánakvøldið vórðu starvsfólkini á teimum trimum støðunum kunnað um samanleggingina. HavgrímurJohannesen sigur, at tørvur er á øllum fólkunum á teimum trimum støðunum, og tí skal eingin vænta at verða sagdur upp. Hann vísir á, at nú fara jólatiltøkini skjótt av bakkastokki, og tá er hugaligt, at fleiri fólk verða at taka av.