Kappingarneytar leggja lunnar undir samstarv

SEV OG RØKT Tey bæði føroysku orkufeløgini hava nú lagt lunnar undir eitt samstarv um at menna varandi orku

Gomlu kappingarneytarnir á orkuøkinum, SEV og Røkt, hava nú lagt grundarsteinin undir eitt samstarv um at menna eina varandi orkuskipan í Vestmanna.
Samstundis eru feløgini bæði nógv nærri einum veruligum samstarvi, enn tey nakrantíð hava verið.
Í hesum sambandi hava feløgini bæði samsráðst um eina avtalu um at menna eina pumpuskipan í Vestmanna.
Tær samráðingarnar eru nú endaðar við, at SEV og Røkt hava gjørt eitt ætlanarskriv um eitt framtíðar samstarv.
Tað er annars ikki frítt, at tvídráttur hevur verið ímillum hesar báðar kappingarneytarnar og helst er tað Røkt, sum hevur lagt SEV undir at vísa illvilja og óvilja til eitt samstarv.
Hetta er serliga komið fram í sambandi við, at Røkt havur ætlað at gera eina pumpuskipan í Vestmanna.
Men Røkt hevur mangan víst sína ónøgd við viljan hjá SEV at lata Røkt sleppa framat.

Skeiv mynd
Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV, heldur ikki, at illviljin hevur verið so stórur, sum almenna fatanin mangan hevur verið.
- Tað hevur verðið sett upp sum um, at Røkt og SEV eru tveir partar, sum ikki kunnu samstarva.
- Vit halda ikki, at tað gevur ein rættvísa mynd av veruleikanum. Røkt hevur havt síni áhugamál, men veruleikin er eisini, at tað er SEV, sum hevur rættindini til økið og eigur byrgingarnar.
- So undir øllum umstøðum skuldu samráðingar til, leggur hann afturat.
Hesa seinastu tíðina hava umboð fyri Røkt og SEV sostatt sitið í samráðingum um at menna eina pumpuskipan í Vestmanna.
- Talan hava verið um sera góðar samráðingar, har báðir partar hava havt eitt opið sinni og hava víst góðan vilja at finna eina semju, sigur Páll á Reynatúgvu.
Nevndarformaðurin í SEV sigur, at nú eru partarnarnir komnir hartil, at teir hava undirskrivað eitt ætlanarskriv um eitt samstarv.

Góðkennast
Fyri SEV eru tað Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður og Jákup Suni Lauritsen, næstformaður, ið hava staðið fyri samráðingunum.
Hetta ætlanarskriv skal nú leggjast fyri nevndina í SEV og fyri kommunurnar, sum eiga felagsskapin, til góðkenningar.
Verður ætlanarskrivið góðkent, verður farið víðari við ætlanini, sigur Páll á Reynatúgvu.

50%
Eftir ætlanarskrivinum, sum SEV og Røkt hava gjørt um at menna eina pumpuskipan í Vestmanna, verður talan um eitt samstarv, har bæði feløgini verða javntsett við 50% í part.
Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV, sigur, at tað, sum partarnir hava avtalað, er eitt samstarv í fýra stigum.
Fyrsta stigið er forkanningar, har endamálið er at vita um tað yvirhøvur ber til, og um tað loysir seg, at gera eina pumpuskipan í Vestmanna.
Vísir tað seg, at tað loysir seg, verður sjálv ætlanin sett í verk í trimum stigum.
Annað stigið er at projekera verkætlanina, triðja stigið er at byggja pumpuskipanina og fjórða stigið verður so sjálv framleiðslan, sigu Jóhan í Niðristovu, sum er stjóri í Røkt.
Men eftir hvørt stigið hava bæði feløgini rætt at taka seg burtur úr verkætlanini.
Páll á Reynatúgvu dugir ikki at siga, hvussu leingi tað tekur at seta eina verkætlan, sum hesa í verk.
- Tað vita vit meiri um, tá ið fyrsta stigið er avgreitt og tá ið vit hava staðfest, at tað ber til at gera eina slíka pumpuskipan.
Av tí sama dugir hann heldur ikki at siga, hvussu dýr ein slík verkætlan verður.
Ein endamálið við eini pumpuskipan er at hava tvær vatngoymslur, eina í erva og eina í neðra.
Vatnið rennur so úr goymsluni í erva ígjøgnum turbinurnar har tað ger orku og rennur so í tað niðaru goymsluna.
Haðani verður vatnið so pumpað upp aftur í tað ovaru goymsluna og sosatt kann tað endurnýtast umaftur og umaftur til at gera orku burtur úr.

Um 4 ár
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt, sigur, at gongst sum ætlað, kann ein pumpuskipan í Vestmanna verða liðug um eini fýra ár, kanska longu um trý ár, gongur tað heilt væl.
At gera eina pumpuskipan í Vestmanna, er ein verkætlan, sum Røkt hevur arbeitt miðvíst við í næstan átta ár.
So hóast hann ikki dylir, at tað hevur gingið alt ov seint eftir hansara tykki, er hann kortini nøgdur við, at tað er komið hartil, at partarnir hava sett hol á eitt samstarv.
- Tað hevur gingið alt ov strilti, men vit eru nøgd við, at gongd er komin á og at tað sær út til, at tað kann bera á mál, sigur stjórin í Røkt.
Hann leggur afturat, at síðani samráðingarnar við SEV vórðu tiknar upp í februar, hevur samskiftið millum partarnar verið gott.
Røkt hevur longu gjørt forkanningar, sum vísa, at ein pumpuskipan í Vestmanna er væl lønandi, men SEV vil eisini hava høvi til at gera sínar viðmerkingar til kanningarnar.
Tað, sum hevur ligið í kortunum hjá SEV er at gera eina pumpuskipan, sum kann gera eini 33 milliónir kilowatt tímar av orku og tað er eini 12% av tí, sum allar Føroyar brúka og tað er lágt sett.
- Hetta verður í øllum førum ein verkætlan, sum fer at pynta munandi um tølini fyri okkara framleiðslu av varandi orku, sigur Jóhan í Niðristovu.
Ein slík verkætlan kostar 255 milliónir krónur.