Brandur Hendriksson Olsen og liðfelagarnir í Helsingborg liggja í harðum niðurflytingarstríði í Allsvenskuni, ið er besta svenska fótbóltsdeildin.
Ígjár fekk Helsingborg eydnutíð góða hjálp frá IFK Norrköping ígjár.
Helsingborg liggur aftast við 22 stigum. Eitt stig er upp til Falkenberg, og tvey stig eru upp til Kalmar FF, ið við 24 stigum liggur á plássinum, ið gevur play off dyst móti triðovasta liðnum úr næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
IFK Norrköping vann 4-1 á Falkenberg á heimavølli ígjár í einum útsettum dysti, og tað eru góð tíðindi hjá Brandi og liðfeløgunum.
Helsingborg tekur í næstseinasta umfarinum móti júst Falkenberg á heimavølli á Olympia leikvøllinum í Helsingborg. Um Helsingborg vinnur tann dystin, og Kalmar FF tapir torføra útidystin móti AIK Stockholm á útivølli komandi mánakvøld, so vinnur Helsingborg seg upp á triðaftasta plássið undan seinasta leikumfarinum.
Í seinasta leikumfarinum vitjar Helsingborg í Norrköping. Sama dag tekur Falkenberg móti Mjällby, og Kalmar FF tekur móti Häcken.
Hetta eru spennandi og nervafullir dagar hjá Brandi og liðfeløgunum í Helsingborg.