Kappingarneytar gera avtalu

Føroysku fjarskiftisfyritøkurnar Føroya Tele og Kall hava gjørt samstarvsavtalu um ADSL. Avtalan ber í sær, at Kall í eini royndartíð upp á tríggjar mánaðir skal bjóða útvaldum royndarkundum fast og skjótt internetsamband. Tænastan verður bjóðað umvegis kervið hjá Føroya Tele. Tá royndartíðin so er av, fer Kall at bjóða fast internetsamband til kundarnar. Alt røkist tískil fyri, at føroyingar fáa meira kapping á internetøkinum, og kundarnir kunnu tí vænta sær ein lægri prís fyri fast internetsamband.