Kappingarneytar eru nú samdir um at samstarva

Kappingarneytar eru nú samdir um at samstarva

Men teir fara framvegis at kappast um at veita ta bestu tænastuna

 

Føroya Tele, og Nema, eru nú samd sum at samstarva um sendistøðirnar til farnetið. Tað gera tey heldur enn at byggja hvør sítt net. FT-Samskifti, sum er eitt dóttirfelag hjá Føroya Tele, sigur í tíðindaskrivi, at hetta hevur við sær, at báðir veitararnir fara at bjóða sama dekning – men teir fara framvegis at kappast um at veita ta bestu tænastuna.

 

Hetta merkir, at øll fáa sama dekning á sendistøðunum, sum FT samskifti nú er í ferð við at byggja út um allar Føroyar, saman við Ericsson, og sum eisini skal klára tað nýggja 5G netið. Men fólk kunnu framvegis velja tann veitaran, sum tey halda, veitir ta bestu tænastuna.

 

FT samskiftið sigur, at avtalan er gjørd eftir regluni í Fjarskiftislógini sum ásetir, at tey, sum veita veita fjarskiftiskervið ella fjarskiftistænastur, hava rætt og skyldu at samráðast um sambindingaravtalur.

 

Samstarvið verður uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar, sigur FT samskifti. 

 

Í fjør skrivaði FT Samskifti undir avtalu við Ericsson um nýggja farnetið, sum eftir ætlan verður liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023. Við nýggja farnetinum fáa brúkararnir 5G, ið er nýggjasta og skjótasta ættarliðið av farneti.

 

– Tøknin er umfatandi, og íløgurnar eru stórar. At báðir televeitararnir nú fara at samstarva um sendistøðirnar er við til at tryggja, at Føroyar framhaldandi kunnu teljast millum tey bestu í heiminum. Vit eru til fyri kundarnar, sum skulu hava eitt farnet í heimsklassa, fjølbroyttar tænastur og góðar prísir, sigur FT samskifti.

 

Avtalan er treytað av at Kappingareftirlitið góðkennir samstarvið.