Sólin skínur aftur í dag oman og niðan í Mariehamn í Álandi, og roknað verður við, at hitin aftur í dag fer upp um 20 hitastig.
Í dag byrja kappingarnar á 13. Oyggjaleikunum, og fyrstu føroysku ítróttarfólkini eru farin í holt við sínar kappingar.
Í dagverður kappast í judo, borðtennis, skjóting, flogbólti, hamarkasti og badminton.
Rás2 sendir allan dag frá kappingunum á Oyggjaleikum. Byrjað varð at senda klokkan 7 og hildið verður fram til kl. 20 í kvøld. Eisini her á Portalinum ber til at fylgja við føroysku avrikunum á Oyggjaleikunum í dag.










