Kappingarlógin á Hafnia

Vinnunám skipar mikukvøldið 12. november fyri einum kunningarfundi um nýggju kappingarlógina, sum kom í gildi 1. januar 2008. Fundurin verður almennur, men er serliga ætlaður handverksmeistarum, skrivar Vinnuhúsið.

Á fundinum koma umboð frá Kappingarráðnum m.a. at greiða frá, nær ein fyritøka er ráðandi á marknaðinum og nær ein fyritøka misnýtir eina tílíka ráðandi støðu. Tosað verður eisini um kappingaravlagandi avtalur, útbjóðingar og hvørji amboð kappingarmyndugleikin hevur til at tryggja, at ásetingarnar í kappingarlógini verða yvirhildnar.

Kunningarfundurin verður hildin á Hotel Hafnia mikukvøldið 12. november kl. 19. Kostnaðurin fyri luttøku er kr. 300, men tó gjalda limir í meistarafelagnum, ella øðrum feløgum í Vinnuhúsinum, bert kr. 200.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 10. november kl. 12.